Tað vóru steypavinnararnir, ið bastu føroyameistarunum í høllini á Hálsi í gjár, tá spælt var um Lionsbikarið hjá bæði kvinnum og monnum. Stórsteypadystirnir eru almenna startskotið til hondbóltskappingarárið, og tað vóru hoyvíkingar, ið vóru omaná í gjár.
StÍF, sum í apríl gjørdist føroyameistari á fyrsta sinni, var á odda 7-5, tá eitt korter varð leikt, men so tóku hoyvíkskvinnur yvir og vóru á odda við seks málum í steðginum. Munurin var eisini seks mál, tá hallarurið vísti 60.00. Liðið hjá StÍF líkist tí, sum vann FM, men var í gjár nakað yngri, og Poula Dulavík Berg var ikki við. Lív S. Poulsen, ið gjørdi stóran mun í vár, er farin til Danmarkar at spæla hondbólt.
H71 hevur mist Maritu Mortensen, men aðrar traðkaðu í gjár til, tá tá kemur til málskjóting. Talan er um eitt ungt lið, og ein av teimum nýggju leikarunum í ár er Lukka Arge, sum hevur spælt hondbólt á Frederiksberg í Keypmannahavn, og sum varð toppskjútti í EFH Championship kappingini fyri U19-landsliðið í Georgia í juli.
Hoyvíkskivinnur kundu fegnast eftir trygga sigurin í gjár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Hjá monnum var talan um ein javnari dyst. VÍF rann fyri tað mesta aftaná, men fekk syrgt fyri at tað bleiv longd leiktíð. Har vóru teir svørtkløddu stinnari, og teir vunnu við tveimum málum á liðnum, sum basti teimum í FM-finalunum. Stórskjúttarnir Filip Jojic og Peter Krogh vóru stórspælandi við 13 málum hvør
VÍF hevur mest merkisvert mist Olsen-brøðurnar, Julian og Sjúrða, ið báðir eru í Danmark nú. Eingin Mladen Mjerimacka var í málinum í gjár. Hjá H71 var Pauli Jacobsen at síggja í málinum - hann er komin aftur til føroyskan hondbólt eftir nøkur ár í Skanderborg.
(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Landskappingarnar byrja í vikuskiftinum - sí skrá niðanfyri og meiri útgreinað á hsf.fo
Dystirnir um Lionsbikarið - stórsteypadystirnir
Sunnudagin 5. september
(Kvinnur) H71 - StÍF 27-21 (16-10)
Toppskjúttar: Lív Bentsdóttir Zachariasen 7 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál, Elsa Egholm 5 mál, Haruka Gima 5 mál
(Menn) VÍF - H71 31-33 eftir longda leiktíð (28-28 eftir vanliga)
Toppskjúttar: Filip Jojic og Peter Krogh 13 mál, Hallur Árason 7 mál
1. umfar í landskappingini
Kvinnur:
Leygardagin 11. september
18.00: H71 - EB
Sunnudagin 12. september
14.00: StÍF - Kyndil
15.00: Stjørnan - VB
Neistin situr yvir
Menn:
Sunnudagin 12. september
16.00:
KÍF - VÍF
Neistin - Team Klaksvík
StÍF - Kyndil
H71 situr yvir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald