Fyrstu landskappingardysturin eftir steypafinalurnar varð leiktur í gjárkvøldið. Hann var í Okkara-deildini, og tað var H71, ið var á vitjan hjá VÍF. Talan var um ein týdningarmiklan dyst í oddinum, og tað var ein tættur dystur.
Liðini fylgdust í 1. hálvleiki; tann mesti munurin var tvey mál til VÍF. Heimaliðið var eisini á odda í steðginum, men sum seinni hálvleikur leið, tók H71 yvir, og miðskeiðis í 2. hálvleiki vóru hoyvíkingar á odda við trimum málum. VÍF megnaði ikki at koma innaftur í dystin, og H71 fór avstað við stigunum.
Úrslitið hevur við sær, at H71 og VÍF nú bæði hava 21 stig. Tað hevur Neistin eisini, men steypavinnarin hevur leikt ein dyst færri. Harvið er tað ógvuliga tætt og spennandi í oddinum.
VÍF - H71 29-33 (14-13)
Toppskjúttar: Peter Krogh 11, Filip Jojic 10
Støðan:
Neistin 21 *
H71 21
VÍF 21
Kyndil 18
KÍF 16
StÍF 10 *
Team Klaksvík 2
* Ein dyst færri
Í vikuskiftinum er ein dystur. Hann er í sunnudagin Klaksvík, har KÍF er á vitjan
Hondbóltur
H71 vann í Vestmanna - trý lið á 21 stigum
H71 var aftanfyri í steðginum, men var sterkari ímóti endandum av dystinum.
Stórskjúttarnir, Peter Krogh og Filip Jojic, skoraðu tilsamans 21 mál í Vestmanna í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)
2019-02-28 07:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald