Beint fyri at klokkan kom á tjúgu minuttir skoraði Neistin sítt mál nummar tvey - løtu seinni var 11-2. Slík tøl ljóða næstan heilt óhugsandi í slíkari finalu, men tað var klassamunur, tá H71 og Neistin brustu saman í steypafinaluni hjá monnum annað árið á rað. H71 livdi sannliga upp til favorittleiklutin: Í steðginum var munurin átta mál og við síðsta bríksl tað tvífalda.
Tað var í roynd og veru ongantíð spenningur í dystinum. Til tað var H71-verjuparturin ov sterkur og álopsspælið hjá Neistanum ov vánaligt. Tað var stirvið, og teir í bláum gjørdu eina rúgvu av mistøkum. Stórur saknur var í Rasmus Søby, men tað at liðið, sum liggur næstniðast í Burn-deildini, vann á KÍF í hálvfinalunum gjørdi, at størri vónir vóru til Neistan og til finaluna sum heild.
H71 hevur nú vunnuð tríggjar steypafinalur á rað og fýra útav teimum seinastu seks. Harvið hava hoyvíkingarnar nú vunnið steypið til ognar, og nógvir dungaligir leikarar settu dám á finaluna í dag. Pætur Thomsen gjørdist toppskjútti við níggju málum, Peter Krogh spældi ógvuliga væl í verju og í álopi, og málverjin Pauli Jacobsen og Óli Mittún vóru millum teir, ið vunnu sína fyrstu vaksnamannafinalu. Pauli lat bert níggju mál inn teir 48 minuttirnar, ið hann var inni, og varð kosin dagsins leikari.
Høgri vongurin, Pætur Thomsen, gjørdist toppskjútti í finaluni
(Myndir: Sverri Egholm)
Samanlagt hevur H71 nú vunnið seks steypafinalur á manssíðuni - tað er sama tal sum StÍF og ein færri enn Neistin og VÍF. Søguliga var finalan, tí 16 mál er størsti munur, ið hevur verið á talvuni við dystarenda í einari mansfinalu, síðani byrjað varð í veruliga skipaðum skapi í 1985. Í 1996 vann Kyndil við ellivu málum á VÍF. Í 1992 vann Neistin 15-14 á Kyndli í grannafinaluni - tað eru tretivu ár síðani, at nakað lið hevur skorað so fá mál í einari mansfinalu.
Faxe Kondi Steypafinalan hjá monnum
Leygardagin 19.02 - Høllin á Hálsi
H71 - Neistin 28-12 (13-5)
Toppskjútti: Pætur Thomsen 9 mál
Dagsins Leikari: Pauli Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald