Ein dystur í SMS-deildini varð leiktur í dag. Burn-deildin liggur still, tí manslandsliðið skuldi spæla EM-undankappingardyst móti Kekkia, men hann varð útsettur vegna koronastøðuna í Kekkia.
H71 og Stjørnan fylgdust í fyrru hálvu av 1. hálvleiki, men síðani rann heimaliðið frá, og í hálvleikinum var munurin sjey mál.
Hoyvíkskvinnur skoraðu heili 18 ferðir fyri stegðin - seinni hálvleikur endaði 12-10 til heimaliðið.
Marita Mortensen skoraði níggju mál í níggju-máls sigrinum og varð toppskjútti í dystinum. Maria Halsdóttir Weyhe fekk sjey mál, og Katrin Bertholdsen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við seks málum.
Við sigrinum hevur H71 yvirhálað Neistan og er nú á 2. plássi við 13 stigum. Trý stig eru upp til Kyndil, sum hevur leikt ein dyst fleiri, og sum fríggjakvøldið vann við heili 30 málum á VB (41-11)
SMS-deildin
08.11
H71 - Stjørnan 30-21 (18-11)
Toppskjúttar: Marita Mortensen 9 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál, Katrin Bertholdsen 6 mál
Komandi dystirnir:
Mikukvøldið 11/11:
VÍF - H71
Neistin - Kyndil
Hóskvøldið 12/11:
Stjørnan - StÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald