Fótbóltur

Haaland er nú deildur toppskjútti í Champions League

19-ára gamli norski áleyparin hevur skorað 10 mál í sjey dystum í Champions League og 11 mál í sjey dystum síðani skiftið til Dortmund.

Tølini hjá Erling Braut Håland eru einki minni enn framúr (Mynd: EPA)

Tølini hjá Erling Braut Håland eru einki minni enn framúr (Mynd: EPA)

2020-02-19 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Navnið Erling Braut Håland er framvegis glóðheit í evropeiskum fótbólti. Í gjárkvøldið skoraði norðmaðurin til 1-0 og 2-1 í sigrinum á PSG í fyrru áttandapartsfinaluni í Champions League

Avgerandi málið var frálíkt, og við tí kom Håland undir liðuna á Robert Lewandowski á toppskjúttalistanum í størstu kappingini fyri lið í heiminum. Stóri, sterki og dungaligi ungi maðurin skoraði átta ferðir í bólkaspælinum fyri Salzburg í heyst, og tað er bert í einum dysti í kappingini, at 19-ára gamli áleyparin ikki er komin á máltalvuna.

Síðani Erling Håland skifti til Borussia Dortmund millum jól og nýggjár, hevur hann skorað 11 ferðir í sjey dystum. Håland hevur spælt 440 minuttir fyri týska liðið, og skorar harvið hvønn 40. minutt; í miðal íhvussu er eitt mál fyri hvønn hálvleik, sum hann spælir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder