36 dystir og 39 mál. Hesi eru tølini fyri almennu dystirnar hjá Erling Braut Håland fyri Manchester City. 22-ára gamli norðmaðurin hevur av álvara sligið til, og er hann nú Champions League-toppskjútti við tíggju málum. Hesi tíggju málini hevur áleyparin skorað í bert seks dystum.
Fimm komu í gjárkvøldið, tá Manchester City tók ímóti RB Leipzig í seinnu áttandapartsfinaluni - tann fyrra endaði 1-1. Her var tó eingin slingur í valsinum hjá Guardiola og hansara monnum, sum stríðast fyri Champions League-gullið fyri fyrstu ferð í søgu felagins.
Håland skoraði hattrik í seinna helmingin av fyrra hálvleiki, og tá tólv minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, hevði maðurin við 9-talinum á rygginum skorað tvær ferðir afturat. Tað fyrsta var við brotssparkið, sum var heldur ivasamt dømt eftir VAR-kanning (hond á metti dómarin) Hini fýra komu uppá returbóltar, har stóri ljóshærdi maðurin var tann mest árvakni og knappi - í tveimum av hesum var Erling Håland íblandaður beint áðrenn eisini.
Hetta er triðju ferð, at ein spælari skorar fimm mál í einum Champions League-dysti: Lionel Messi og Luiz Adriano hava eisini megnað hetta. Pep Guardiola skifti Håland út í 63. minutti fyri at spara hann.
Ilkay Gündogan og Kevin de Bruyne fingu hvør sítt góða mál, so Leipzig noyddist av vøllinum við 7-0 eyðmýking í viðførinum. City, ið eisini stríðist fyri at endurvinna Premier League, verður í bollanum fríggjadagin, tá lutakast verður aftur.
Tað verður Inter Milan eisini. Í fyrra dystinum kom Romelu Lukaku á vøllin og skoraði, og hetta vísti seg at verða avgerandi fyri samlaðu uppgerðina. Inter helt málið reint í Porto í gjár og er harvið víðari til fjórðingsfinalurnar, eins og grannarnir.
Napoli kann í morgin gerast triðja liðið italska liðið til at spæla seg víðari. Hetta um oddaliðið í Serie A ger arbeiði liðugt móti Frankfurt. Stórdystur er á Santiago Bernabeu, har Liverpol skal gera eitt risaarbeiði fyri at koma víðari.
Champions League áttandapartsfinalur
Í dag, týsdagin 14. mars
Manchester City - RB Leipzig 7-0 8-1 samanlagt
FC Porto - Inter 0-0 0-1 samanlagt
í morgin, Mikudagin 15. mars
Real Madrid - Liverpool (5-2)
Napoli - Frankfurt (2-0)
AC Milan, Bayern München, Benfica og Chelsea eru eisini víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald