Fótbóltur

Håkan: - Skulu fáa fleiri fólk longri fram á vøllin

Landsliðsvenjarin legði á tíðindafundinum seinnapartin dent á týdningin av, at føroyska liðið skal skapa meira í síðsta undankappingardystinum enn í undanfarnu dystunum.

- Tað snýr seg í stóran mun at hava bóltin meira fyrst. Tað er ikki bara at hava bóltin, og ikki brúka hann til nakað, men so at vit fáa tíð at seta spælið upp og fáa sett spælararnir í betri støður (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað snýr seg í stóran mun at hava bóltin meira fyrst. Tað er ikki bara at hava bóltin, og ikki brúka hann til nakað, men so at vit fáa tíð at seta spælið upp og fáa sett spælararnir í betri støður (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-19 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hevur ikki skorað nakað mál teir seinastu ellivu hálvleikirnar. Eftir venjingardystin í Noreg eru tað nú fimm og ein hálvur dystur liðin, síðani Odmar Færø stútaði bóltin í málið eftir frísparksinnlegg frá Jóan Símun Edmundsson á Tórsvølli.

Hetta var 1-1 málið í dystinum móti Albania, har Føroyar eisini skapti nakrar góðar støður og møguleikar eftir steðgin. Síðani hevur verið óguvliga langt millum upplagdu málmøguleikarnar, og eitt forkølað skot á mál í Kekkia og eitt í Noreg hava ikki verið við at skapt størri vónir um mál.

Tó so, spældi føroyska liðið munandi betri seinastu løtuna í bæði Oslo hósdagin og í Kekkia í seinasta mánað, har nakrar støður komu. Hvussu skulu Føroyar so skapa meira, nú úrttøkan higartil eru tvey mál í níggju dystum í ár, spurdu vit Håkan Ericson á tíðindafundinum í dag:

- Tað snýr seg í stóran mun at hava bóltin meira fyrst. Tað er ikki bara at hava bóltin, og ikki brúka hann til nakað, men so at vit fáa tíð at seta spælið upp og fáa sett spælararnir í betri støður. Her skulu vit hava fleiri spælarar við fram, so at teir fremstu ikki eru so einsamallir. Vanligt vilja vit til dømis hava íhvussu er tríggjar spælarar í brotsteignum, tá innlegg koma.

Landsliðsvenjarin viðurkennir álopskendar trupulleikar, og at Føroyar í seinastu dystunum hava vart ógvuliga nógv. Sum skilst verður helst spælt 4-5-1 í morgin.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm 

Tað kemur helst eisini eitt trýst frá albanum í morgin. Teir
hava spælt seg til sítt annað EM-endaspæl í søguni, og yvir 20.000 albanar fara at fagnast saman við liðum, sum helst vil enda við einum braki.

Albania og Føroyar spæla í annaðkvøld, mánadagin 20. november, klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder