Fótbóltur

Håkan Ericson úttikið 23 leikarar til Nations League dystirnar í juni

Seks leikarar eru úr KÍ, men eingin Páll Klettskarð er at síggja á listanum.

Håkan Ericson, høvuðsvenjari á A-landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson, høvuðsvenjari á A-landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-23 13:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Håkan Ericson kunngjørdi í morgun A-landsliðshópin, sum skal verður við til teir fýra dystirnar í Nations League í juni mánað.

Fleiri høvdu helst væntað, at málrevurin hjá klaksvíkingum, Páll Andrasson Klettskarð var millum teir úttiknu, men hann er ikki á listanum fyribils. 

Men afturat teimum 23 leikarunum, sum eru úttiknir, verður ein álopsleikari úttikin afturat. Tað verður Jóan Símun Edmundsson, um hann verður mettur at vera nóg birgur til at spæla. Um ikki, kann vera, at pláss er fyri Pálli.

Skráin
4. juni Turkaland - Føroyar 
7. juni Føroyar - Luksemborg
11. juni Føroyar - Litava
14. juni Luksemborg - Føroyar  

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Daniel Johansen, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd (Norra)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, KR Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Norra)
Hannes Agnarsson, HIK (Danmark)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder