Fótbóltur

Håkan hevur helst onkrar nýggjar møguleikar í hópinum

Broytingar kunnu væntast í sambandi við úttøkuna til lykladystirnar í oktober. Lyklaspælarar kunnu vera aftur at síggja - liðið verður kunngjørt á tíðindafundi í morgin klokkan 10 - her er ein meting.

Hevur Hallur Hansson sagt ja hesaferð? Eru Mattias Lamhauge og Teitur Matras Gestsson báðir við aftur?  Skulu Odmar Færø og Jóannes Bjartalíð spæla sínar fyrsta landsdystir í ár? Svar uppá hesar spurningarnar koma í morgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hevur Hallur Hansson sagt ja hesaferð? Eru Mattias Lamhauge og Teitur Matras Gestsson báðir við aftur? Skulu Odmar Færø og Jóannes Bjartalíð spæla sínar fyrsta landsdystir í ár? Svar uppá hesar spurningarnar koma í morgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-29 21:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, mánadagin 30. september, verður tíðindafundur í Trinstovuni á Tórsvølli  har landsliðsvenjararnir, Eyðun Klakstein og Håkan Ericson fara at kunngera hóparnar til komandi landsliðsuppgávur.

Hetta kunnar Fótbóltssamband Føroya um á heimasíðu sínari. Televarpið stroymir úttøkuna.

Bæði A-landsliðið og U21-landsliðið heva tvær uppgávur á heimavølli. Dystirnir eru millum 10. oktober og 15. oktober.

Manslandsliðið
10. okt. Føroyar – Armenia (kl. 19:45)
13. okt. Føroyar – Lettland (kl. 19:45)

U21
11. okt. Føroyar – Portugal (kl. 16:00 á Djúpumýru)
15. okt. Føroyar – Hvítarussland (kl. 17:00 á Tórsvølli)

Sum vant er spenningur undan úttøkuni hjá A-landsliðnum - kanska størri enn vanligt hesaferð. Håkan Ericson og hansara menn hava eina stóra uppgávu fyri framman: Føroyar skulu helst hava fleiri stig í stríðnum um at sleppa undan aftasta plássinum og niðurflyting úr Deild C í Nations League.

Sum skilst, var starvið hjá landsliðsvenjaranum til viðgerðar beint eftir tapið í Riga 10. september. Nú skal sviin traðka fram alment og seta navn á nakað yvir tjúgu spælarar, sum skulu við til dystirnar móti Armenia og Lettlandi. 

Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Norðurmakedónia 4 stig 
2. Armenia 3 stig 
3. Lettland 3 stig 
4. Føroyar 1 stig

Nógvir skaðar og avboð hava rakt A-landsliðið í ár. Spælarar sum Brandur Hendriksson og Jákup Biskopstø Andreasen eru framvegis skaddur. Í mun til seinast er Pætur Petersen skaddur, umframt at Mads Boe Mikkelsen raktur av skaða og ivasamir til næstu dystirnar. 

Andrass Johansen er aftur eitt ivamál. B36-miðvallarin var komin fyri seg, men spældi ikki í grannauppgerðini í Gundadali í gjár

Mads og Andrass eru ikki á okkara meting niðanfyri, men eru møguliga við heldur enn til dømis Hallur Hansson um teir eru tøkir.

Hallur hevur ikki verið við A-landsliðnum í tvey ár men spælir nú fast hjá KÍ. Landsliðsvenjaratoymi vildi hava hann við seianst, men tá segði royndi miðvallarin nei. Spurningurin er, hvat Hallur Hansson hevur sagt hesaferð.

[object Object]
Håkan Ericson kunngjørdi Hall Hansson sum landsliðsliðformann í 2020 - síðani september 2022 hevur Hallur verið nógv darvaður av knæðum og ikki spælt nakran A-landsdyst. Her í sigrinum á Litava í seinastu Nations League (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð hevur verið skaddur meginpartin av árinum men spældi nakrar minuttir fyri Fredrikstad í gjár. Tað er mest sannlíkt, at man fer at royna at taka Jóannes við og í minsta lagi brúka klaksvíkingin sum "jokara".

Sí eisini: Bjartalíð kom á vøllin í týðandi sigri

Odmar Færø hevur spælt seinastu dystirnar hjá KÍ og er upplagt boð at taka við aftur - hann hevur ikki spælt nakran landsdyst í ár.

Málverjarnir Teitur Matras Gestsson og Mattias Lamhauge vóru ikki nóg birgir at spæla fyrst í september. Tað eru teir nú - Mattias hevur tó bert sitið á bonkinum hjá Fredericia seinastu tíðina (eftir skaðan) 

Her er eitt boð - ein meting - um hópin:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn (Fyri Silas Eyðsteinsson)
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Fyri Kristian Joensen)

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík (Fyri Sonna Ragnar Nattestad)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson KÍ Klaksvík (Fyri Mads Boe Mikkelsen)
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad (Fyri Pætur Petersen)

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Televarpið stroymir úttøkuna frá klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder