Fótbóltur

Håkan tosar enskt við leikararnar - fyribils

Svenski landsliðsvenjarin greiddi frá, at tað er týdningarmikið at vera týðiligur í sínum samskifti. Hann segði eisini, at hann var heldur bilsin av, hvussu væl fyri føroysku leikararnir eru tekniskt og taktiskt.

Eg arbeiði yvir eitt tíðarskeið fýra ár, staðfesti Håkan Ericson, ið tosaði um framtíðarmenningina, og tað at man møguleiga fer at samsikfta á svenskum ella

Eg arbeiði yvir eitt tíðarskeið fýra ár, staðfesti Håkan Ericson, ið tosaði um framtíðarmenningina, og tað at man møguleiga fer at samsikfta á svenskum ella "blandinaviskum" seinni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-09 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brandur Hendriksson spælir til dagliga í Helsingborg i Allsvenskan. Skálvíkingurin í svenskum fótbólti skal í morgin spæla sín landsdyst nummar 35 og var í dag við á tíðindafundinum, sum var í FSF-húsinum beint áðrenn venjingina hjá Føroyum. Vit spurdu Håkan Erikson, hvussu hann samskiftur við Brand og hinar leikararnar:

- Vit hava higartil hildið okkum til enskt, ið tað mesta gongur fyri seg á. Tað er umráðandi, at man roynir at vera so týðiligur sum gjørligt, tá vit samskifta og í fyrstu syftu hava vit valt enskt. Tað kann tó vera, at skifta meira yvir til svenskt ella "blandinaviskt" sum tíðin gongur, segði landsliðsvenjarin.

[object Object]
Brandur Hendriksson Olsen til tíðindafundin. Skálvíkingurin hevði eitt smíl á, tá Håkani varð spurdur um, og svaraði uppá málspurningin. 

[object Object]
Landsliðsvenjarin samskiftir til venjing (Mynd: Sverri Egholm)

Til spurning á enskum, sum var fyri UEFA, um heildarmyndina higaril, svaraði Håkan Ericson soleiðis:

- Leikararnir eru væl fyri taktist og sterkir tekniskt - betri enn eg hevði ímyndað mær. So arbeiða teir eisini sera hart og eru skjótir at læra. Teir eru tó vanir at tildømis at spæla øðrvísi verjuspæl enn, hvat eg ætli, og tað tekur tíð at arbeiða við. Tað kann ikki væntast, at man flytur seg langt beinanvegin. Eg arbeiði yvir eitt tíðarskeið á fýra ár (Håkan Ericson hevur ein fýra ára sáttmála, red.) og kanska eru vit tættari uppá til dømis Danmark um eina tíð. 

Les eisini: Brandur: - Avgjørt eitt lið sum vit gjarna vilja og kunnu vinna á

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder