Seinasta vetur skrivaði Hákun Edmundsson sáttmála við KÍ. Eftir eitt gott ár á Skála skuldi liðformaðurin á U21 landsliðnum aftur royna seg á einum liðið, ið kappast í oddinum. Men miðvallarin, ið fyllur 23 ár seinni í mánaðinum, fekk kappingarárið oyðilagt beinanvegin, og hann er framvegis darvaður av skaðanum
- Eg fekk ein irriterandi lyskuskaði í einum vinardysti í fjør. Eg havi verið hjá fleiri dugnaligum fólki, sum hava gott skil fyri skaðum. Og eg havi fingið fleiri ymsar viðgerðir. Men tað virkar til at vera trupult at sleppa av við pinuna, hóast eg føli meg væl fyri.
Hákun merkir ikki nógva framgongd við lærkrikanum, og hetta merkir sjálvandi leikaran, ið tó arbeiðir hart og ger alt, sum hann kann:
- Skaðin hevur faktiskt staðið í stað í seinastuni. Eg havi fingið at vita frá læknum, at eg skal ganga til fysioterapi og fáa shock wave viðgerð. Annars havi eg trena ógvuliga seriøst og styrkt mær kroppin. Tað er ógvuliga hart, tá man ikki kann seta dato á, nær man verður klárur. Men eg blívi við at koyra á, og trúgvi uppá at tað fer at eydnast.
Hákun Edmundsson er ikki sáttmálabundin nakrastaðni í løtuni, og í løtuni hugsar hann ikki um, hvat felag hann kemur at umboða í framtíðini:
- Eg havi onga avgerð tikið um mína fótbóltsframtíð enn. Fokus í løtuni er at bliva skaðafríður. Eg fái viðgerð og venji miðvíst móti at bliva klárur aftur.
Fótbóltur
Hákun Edmundsson: Fokuseri og arbeiði ógvuliga hart fyri at gerast skaðafríður
Toftamaðurin sat uttanfyri við skaða alt kappingarárið í fjør og hevur onga avgerð tikið um sína fótbóltsframtíð.
Hákun var í Klaksvík í fjør, men miðvallarin fekk skaða í lærkrikanum í venjingardysti. Skaðin heldur honum framvegis úti (Mynd: KÍ)
2019-03-07 19:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald