Fótbóltur

Hákun í hopla - greið føroysk leiðsla eftir fyrra hálvleik

Føroyska verjan og Nicholas Satchwell í málinum hava staðið framúr væl, munurin millum Føroyar og Rumenia í týðandi EM-undankappingardystinum er í løtuni seks mál.

Hákun West av Teigum hevur verið ógvuliga tryggur: Sjey skot og sjey mál fyri steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum hevur verið ógvuliga tryggur: Sjey skot og sjey mál fyri steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-08 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Verjan og málverjin hava verið lykilin fyri Føroyar í góða fyrra hálvleiki. Nicholas Satchwell kom inn í føroyska málið, tá tíggju minuttir vóru farnir, eftir at Pauli Jacobsen hevði beklað. Fyrrverandi Neista-málverjan hevur síðani tikið fleiri enn helmingin av skotinum - í fleiri førum hevur talan verið um stórbjargingar. Rumenia hevur bert skorað eitt mál seinastu tólv minuttirnar, og verjan hevur víst stóra styrki.

Hákun West av Teigum hevur verið ógvuliga tryggur. Høgri vongurin hevur víst, hví hann í desember varð valdur sum heimsins besti ungi høgri vongur, og hví týska stórfelagð Füsche Berlin vildi hava fatur á honum. Hann hevur skorað uppá øll síni sjey skot.

Tað hevur tó gingið heldur striltið í føroyska álopspartinum til tíðir. Elias á Skipagøtu hevur fingið eitt mál uppá fimm skot higartil men hevur tó seks upplegg - nøkur heilt flott - og krevur nógv uppmerksemi frá rumensku verjuni. 

Øll tølini frá fyrra hálvleiki síggjast niðanfyri

[object Object]
17-ára gamli Óli Mittún hevur skorað tvær ferðir og lagt upp til fýra mál - millum annað til Hákun nakrar ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

Undankapping til EM-endaspælið 2024
3. umfar - mikudagin 8. mars 2023

Føroyar - Rumenia (15-9)

Støðan í bólki 4 áðrenn dystin - eftir tvey umfør
Eysturríki 4 stig 
Rumenia 2 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 0 stig

Dystargongdin: 
5 min: 1-2
10 min: 5-4
15 min: 7-6
20 min: 11-8
25 min: 13-8

Føroysku málskjúttarnir: 
Hákun West av Teigum 7/7
Óli Mittún 2/2
Helgi Hildarson Hoydal 2/3
Leivur Mortensen 2/2
Tróndur Mikkelsen 1/1
Elias Ellefsen á Skipagøtu 1/5

Bjargingar: 
Nicholas Satchwell 8/13 (62 %)

Útvísingar: 
Føroyar: 3
Rumenia: 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder