Fótbóltur

Hákun og teir eru framvegis ósigraðir

Føroyski landsliðsvongurin skoraði trý mál í evropeiskum sigri týskvøldið, og Füchse Berlin hevur fult stigatal í European League-bólkinum og í Bundesliguni.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-10-26 18:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur sum eftir ánni hjá liðnum hjá Hákuni West av Teigum. Hoyvíkingurin skifti í summar úr donsku deildina til Bundesliguna, og hóast hann ikki hevur spælt so nógv, so hevur tað gingið væl hjá Hákuni og serliga hjá liðnum.

Tað eru serliga danirnir, ið ganga á odda fyri Füchse Berlin: Mathas Gidsel og Lasse Andersson í bakketuni og superveteranurin Hans Lindberg. Júst 42-ára gamli høgri vongurin hevur hildið Hákun nógv á bonkinum við sínum støðugu avrikum, og í summum Bundesliga-dystum hevur 21-ára gamli føroyingurin als ikki spælt.

Hákun West av Teigum hevur tó roynt at gjørt sítt, og týskvøldið skoraði hann trý mál, tá Füchse vann greitt á útivølli móti bosniska Izvidac. Hetta var í 2. umfari í bólkaspælinum í European League  - vongurin hevði fýra skotroyndir. Hann skoraði eisini trý mál í 1. umfari. 

Sí eisini: Elias í París

Fücshe Berlin fer at koma víðari úr hesum bólkinum og er eisini av favorittunum at vinna næststerkastu evropeisku kappinginia.

Liðið hevur skorað yvir 30 mál í øllum dystunum í landskappingini, og allir tíggju í landskappingini eru endaðir við sigri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder