Hondbóltur

Hákun var besti høgri vongur í seinastu umførunum

21-ára gamli hoyvíkingurin skoraði 17 mál í teimum báðum dystunum í síðstu viku, og EHF hevur nú heiðrað Hákuni West av Teigum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-03 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur varð hann kosin besti ungi høgri vongur í heiminum (fyri spælarar føddir eftir aldarskiftið) og seldur til týska stórfelagið Füchse Berlin. Í síðstu viku var Hákun West av Teigum við til at spæla Føroyar víðari til EM-endaspæli, og hann er nú kosin sum besti høgri vongur fyri tvey tey seinastu umførini í undankappingini.

[object Object]Hákun misnýtti fleiri møguleikar í Eysturíki, enn vanligt er hjá honum, men hann gjørdist kortini toppskjútti við tíggju málum. Føroyski vongurin var nummar fimm á listanum yvir toppskjúttar í allari undankappingini við 39 málum í seks dystum. (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta hevur evropeiska hondbóltssamgongan í dag kunngjørt. 21-ára gamli hoyvíkingurin er á listanum saman við stórum nøvnum sum snilda kroatiska spælskiparanum Luka Cindric, risanum í íslendska málinum, Viktori Hallgrímsson, og krútsterka eysturríkska strikuspælaranum, Tobiasi Wagner, ið gav Føroyum høvuðbrýggj aftur hesuferð, men sum býtti um blusu við Óla Mittún eftir dystin. 

Liðið hjá EFH fyri 5. og 6. umfar í EM-undankappingini - dystirnar í síðstu viku:

GK | Viktor Hallgrimsson | HSÍ - Handknattleikssamband Íslands
LW | Rutger Ten Velde | Handbal Nederland
LB | Mirko Herceg | Bosnia Herzegovina
CB | Luka Cindric | Hrvatski rukometni savez
RB | Stanislav Kasparek | Česká Házená / Czech Handball
RW | Hakun West Av Teigum | Hondbóltssamband Føroya
LP | Tobias Wagner | Handball AUSTRIA 

Tað vóru helst serliga mongu málini hjá Hákuni í vikuni, ið gjørdu munin. Ukraina ansaði heilt væl eftir Hákuni í týðandi 33-26 heimasigrinum hjá Føroyum fyri viku síðani, men kortini skoraði høgri vongurin seks mál. Hann var so at siga lýtaleysur, tá hann fekk møguleikan: Einasta brenda skotið var eftir heldur miseydnaðan flúgvara.

Málverjin hjá Eysturríki hevði betri tak á Hákuni West av Teigum enn tann hjá Ukraina. Sjey skot hjá Hákuni endaðu ikki í málinum, men Skanderborg Århus-spælarin gjørdist tó toppskjútti í dystinum við tíggju málum. Fleiri av teimum vóru ógvuliga góð, og í videobrotinum hjá EHF, sum sæst ovast, eru nøkur av teimum 17 málunum hjá føroyinginum við. Hákun var nummar fimm á listanum yvir toppskjúttar í allari undankappingini við 39 málum í seks dystum.

Eftir dystin í Eysturríki - tá EM-plássið var komið í hús - setti Hákun West av Teigum í samrøðu við Portalin orð á, hvat hetta merkir, men eisini hvat føroyska liðið skal gera betur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder