
- Føroyingurin átti ein stóran lut í sigrinum hjá Horsens á Brøndby Stadion, ið loypti hvøkk á fótbólts-Danmark. Han stútaði gestirnar á odda tíðliga í dystinum við einum góðum stútara tíðiliga í dystinum, og hann gav allatíðina leikarum hjá Brøndby trupulleikar. Hallur Hansson rann 12,7 kilometrar í dystinum, og tað var næstflest av øllum í 4. umfari.
Les eisini: Hallur Hansson skoraði í Horsens-sigri Í Brøndby
Soleiðis skrivar Tipsblaðið í sínari grundgeving fyri, at Hallur Hansson eigur sítt pláss á miðvøllinum á liðnum hesa vikuna. Danska blaðið/heimasíðan ger hvørja viku eitt lið, har teir velja bestu leikararnir fyri farna umfari. 26-ára gamli føroyingurin vísti aftur í vikuskiftinum sítt virði fyri Horsens, og at hann heldur fram við at gera seg galdandi í fremstu donsku røði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald