
Klaksvíkar Ítróttafelag hevur júst nú kunngjørt, at eitt stórt navn afturat kemur í hópin.
Hallur Hansson hevur í nógv ár liva sum yrkisfótbóltsspælari uttanlands - við Aberdeen, Aab, Horsens, Vendsyssel, Vejle og KR Reykjavík - har serliga tíðin sum lyklaleikari og liðformaður í Horsens í Superliguni var eyðsæð.
Nú 30-ára gamli miðvallarin hevur eisini spælt 72 A-landsdystir fyri Føroyar, har hann hevur skorað fimm mál. Hallur Hansson er eisini landsliðsliðformaður.
Í løtuni er hann undir uppvenjing fyri krossbandsskaða, men væntast til reiðar til einaferð í seinnu hálvu - um tað gongst væl í summar.
Seinast Hallur Hansson spældi í Føroyum var í 2014, tá hann við Víkingi avgjørdi steypafinaluna og var við at spæla liðið víðari tvær ferðir í Evropa.
- Nú kemur Hallur heim, og hevur valt KÍ sum sítt lið komandi trý árini. Vit gleðast um at bjóða Hallur vælkomnan, og eru spent til at síggja Hall í bláa KÍ búnanum, skrivar ki.fo.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald