Seinasta umfar í grundspælinum í Superligaini varð leikt í dag. Øll liðini fóru í eldin klokkan 16.00. FCK og FCM eru langt frammanfyri hini, og OB hevði eisini tryggjað sær pláss í meistarabólkinum. Stríð var um seinastu trý plássini.
Um Brøndby tapti í Horsens, so kundi stórfelagið koma í trupulleikar. Føroyski miðvallarin hjá Horsens skoraði í 14. minutti; hetta var mál nummar 7 hjá Halli í Superligaini. Men eftir at hava ligið væl fyri til at koma í topp-seks er Horsens steðgað upp, hesaferð kostaði ein vitjan í Horsens ikki hjá teimum gulu og bláu. Brøndby vann 3-1 og kom víðari sum nummar fýra.
Randes tapti í Odense, meðan FC Nordsjælland vann smalan sigur í Hjørring og kom harvið víðari. Tað sá út til, at Aab fór avstað við seinasta plássinum í topp-seks við 3-1 sigri á AGF. Men í yvirtíðini í Esbjerg tryggjaði uppflytarin, við bert tíggju leikarum, sær ein 2-1 sigur og harvið 5. plássi.
Mótstøðuliðið hjá Esbjerg var hin uppflytarin, Vejle. Viljormur Davidsen leikti allar 90 minuttirnar í dramatiska ósigrinum. Landsliðsbakkurin og hansara lið fingu fæst stig í grundspælinum og skulu stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað verður í bólki saman við millum annað Horsens. Hallur Hansson og liðfelagirnir hava tó relistiskan møguleika at kappast um at koma í Evropa.
Liðini fáa stigini við sær víðari. Tvey tey ovastu liðini í bólki 1 og bólki 2 koma víðari til endaspæl um evropeiskt pláss; aftastu liðini skulu spæla um møguliga niðurflyting.
Yvirlit:
Bólkurin um Meistaraheitið:
1. FC København 61
2. FC Midtjylland 60
3. OB 42
4. Brøndby IF 38
5. Esbjerg fB 38
6. FC Nordsjælland 36
Bólkur 1:
1. AGF 31
2. AC Horsens 31
-------------------------------------
3. SønderjyskE 28
4. Vejle Boldklub: 20
Bólkur 2:
1. AaB 36
2. Randers FC 34
------------------------------------
3. Vendsyssel FF 22
4. Hobro IK 21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald