17. september í fjør slitnaði eitt krossband í knænum hjá Halli Hansson í dysti fyri KR í bestu íslendsku deildini. Síðani hevur hann fyri tað mesta vant upp, men eisini skift felag. Royndi landsliðsmiðvallarin hevur síðani 1. apríl verið knýttur at KÍ, og eftir væleydnaða uppvenjing gjørdist Hallur tøkur til Champions League.
Hallur Hansson avloysti Deni Pavlovic beint eftir steðgin í gjár. Serbiski miðvallarin var aftur í gjár ógvuliga stinnur og er skrásettur fyri uppleggið til 2-0 málið, tá ein skotroynd endaði sum góð alvering til Árna Frederiksberg.
Sí eisini:
Video: Her síggjast brotini úr Budapest
KÍ feldi Ferncvárosi í framúr dysti
Árni Frederiksberg: - Helst tað størsta eg havi upplivað sum fótboltsspælari
Aftaná KÍ-sigur: Venjarin hjá Ferencvárosi koyrdur
Deni stríddist tó við okkurt í lærkrikanum, og so kom 31-ára gamli miðvallarin inn at stríðast og tuska í eyðkendum stíli. Hallur gjørdi tað allarmesta rætt uttan bólt, men hóast hann er royndur, so er maðurin eisini nakað rustaður, og tað sást í nøkrum støðum við bóltinum.
Talan var tó um meira enn góðkenda byrjan og virðismiklar 45 minuttir fyri Hall Hansson og KÍ. Tað eydnaðist at halda nullið og vinna 3-0 á Ferncvárosi. Tað kann væntast, at Hallur fær størri leiklut í teimum mongu evropeisku dystunum, sum eru fyri framman hjá KÍ næstu tíðina, orsakað av bragdinum í Budapest. Næsta uppgáva er sveska meistaraliðið Häcken í 2. umfari.
Hallur fær helst sín fyrsta heimadyst mikukvøldið 26. juli, tá heimadysturin er á skránni.
Hallur Hansson sæst aftast her í gulum vesti. Menn eru byrjaðir at fegnast, tí bólturin hevur onkursvegna smoygt seg í málið hjá Ferencvárosi, umvegis landsiðsmálverjan hjá Ungarn. Hetta var eftir skot frá Luc Kassi í yvirtíðini í 1. hálvleiki
Hóast eina rímiliga langa yrkisleið hevur Hallur Hansson ikki spælt nógvar evropeiskar dystir. Í 2014 gjørdi hann veruliga mun fyri Víking, sum kom víðari tvær ferðir í Evropa League tað summarið. Millum annað skoraði miðvallarin til 2-1 í minniligum sigri í Tromsø.
Síðst Hallur hevur umboðað føroyskt felag var júst Víking í 2014. Annars hevur hann spælt fleiri ár við HB, og í uppvøkstrinum eitt sindur við AB og allarfyrst við VB. Maðurin við 72 A-landsdystum er sáttmálabundin við KÍ til og við 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald