Fótbóltur

KÍ feldi Ferencvárosi í framúr dysti

Føroyameistararnir vunnu 3-0 í Ungarn, eru víðari og er hetta ein stórur varði í føroysku fótbóltssøguni. KÍ skal nú spæla móti Häcken í øðrum umfari í Champions League.

0-0 í Klaksvík og 3-0 í Budapest - KÍ framdi eitt stórt samanlagt avrik (Savnsmynd: Sverri Egholm)

0-0 í Klaksvík og 3-0 í Budapest - KÍ framdi eitt stórt samanlagt avrik (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-19 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir laðaðu sterku grundina á heimavølli, bygdu snøgt víðari í fyrra hálvleiki í Budapest og gjørdu arbeiði liðugt við gróthørðum arbeiði og stinnum verjuspæli í seinna hálvleiki.

Tað er ein helst ein ófrávíkiligt sannroynd, at KÍ í kvøld hevur skapt størsta úrslti hjá einum føroyskum felagi á útivølli nakrantíð, og kanska tað besta samanlagda úrslitið, sum hevur verið. Teir í bláum vóru snildir, stinnir, raskir og tóku av, tá heimaliðið gjørdu mistøk.

Árni Frederiksberg var stóri maðurin í álopskenda spælinum við tveimum málum og einum uppleggi. Annars var tað ein rúgva av sterkum einstøkum avrikum, men mest av øllum einum heildaravriki sum var framúr. Spælararnir vístu stórt dirvi, stóðu ógvuliga væl ímóti og søktu neyðuga hepni. Tað er ógvuliga flott at liðið hjá Magna Hoseth yvir tveir dystir helt málið púra reint, og fekk hótt mótstøðuliðið so mikið ofta.

Les meira um fyrra hálvleiki og málini her

Ferencváros royndi at leggja trýst á og minkað um munin á 3-0 til KÍ, men tað var sjálvdan, at tað gjørdist vandamikið. Í roynd og veru hevði útiliðið størstu møguleikarnar eftir steðgin, og samanlagt hevði KÍ sjey skot á mál móti trimum hjá ungarska stórfelagnum, sum fýra ár á rað hevur verið í evropeiskum bólkaspæli.

KÍ tók stórt fet móti einum slíkum í dag og vísti sínar dygdir í slíkum dysti eisini.
Hetta er fyrstu ferð, at KÍ hevur spælt seg víðari til 2. umfar í Champions League. Í 2020 var KÍ í 2. umfari og hitti Young Boys, men tá kom man víðari við sigri á skrivaraborðinum í 1. umfari.

Føroyameistararnir skulu spæla móti svensku meistarunum í øðrum umfari. Häcken vitjar við Djúpumýrar um eina viku - seinni dysturin verður í Svøríki 3. august.

Champions League 1. umfar, Seinni dystirnir 
Mikudagin 19. juli, Budapest 
Ferencvárosi - KÍ (0-3) 
8' Árni Frederiksberg, br. (Odmar Færø) 0-1
32' Árni Frederiksberg (Deni Pavlovic) 0-2
45 (+1)' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 0-3

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic (46' Hallur Hansson), Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Mads Boe Mikkelsen, Patrick Da Silva, Sivert Gussiås og Ahmed Latif 

Høvuðsvenjari: Magne Hoseth

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder