
AC Horsens tók í gjárkvøldið móti Silkeborg í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini.
Heimaliðið kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Ein verjuleikari hjá Silkeborg royndi at skjóta bóltin burtur, rakti Hall Hansson í bringuna, bólturin stakk til ein púra frían Rune Frantsen, ið skoraði til 1-0.
Tá tólv minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, varð liðformaðurin hjá Horsens skiftur út. Hetta var eina løtu eftir, at Silkeborg hevði javnað.
Neyðugt varð við brotssparkskapping fyri at avgerða dystin. Tá átta leikarar á hvørjum liðið høvdu skotið, var støðan 8-8 samanlagt. So bjargaði Matej Delac, fyrrverandi Chelsea-málverjin fyri Horsens, og so kundi Peter Therkildsen avgerða dystin.
So var fagnaður í Horsens. Teir í gulum og svørtum skulu í hálvfinalunum spæla ímóti Sønderjyske, ið sló Randers út í kvøld. Aab og AGF hittast í hinari hálvfinaluni - harvið eru bert lið úr Jútlandi eftir í donsku steypakappingini.
Hallur Hansson og Horsens spæla sunnudagin í Parkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald