Fótbóltur

Hallur skoraði í ósigri

Liðformaðurin legði sítt lið á odda eftir fimm minuttir, men tað var ikki nóg mikið hjá Randers. Innskiftari hjá Horsens gjørdist yngsti leikari nakrantíð í Superligaini.

Hallur Hansson kundi fegnast tíðliga í dystinum, men tað bar ikki á mál hjá Horsense, ið er næstaftast í Superligaini (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson kundi fegnast tíðliga í dystinum, men tað bar ikki á mál hjá Horsense, ið er næstaftast í Superligaini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-01 17:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AC Horsens hevur ikki nakað gott kappingarár. Liðið hevur 25 stig fyri 22 dystir og er næstaftast, nummar 11. Um stutta tíð fer endaspælið í gongd; tá skal Horsens spæla um at sleppa undan niðurflyting og royna at náa eitt evropeiskt pláss.

Í dag byrjaði tað væl móti Randers, tá liðformaðurin og maðurin við 10-talinum á rygginum skoraði í samband við eina innkast-støðu. Hetta var annað malið hjá Halli í 17 dystum í Superligaini. Tað helt tó ikki. Beint fyri hálvleik javnaði útiliðið, og Marvin Egho skoraði sigursmálið fyri Randers eftir stóran hálvan tíma. 

Horsens hevur tapt allar tríggjar dystirnar eftir vetrarstegðin. Komandi dystur er hósvkøldið. Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar í dag. Sambært in.fo spælir 27-ára gamli føroyski landsliðsmivallarin við einum brotnum fingri í løtuni.

Ein annars sum var á vøllinum fyri teir í gulum í dag var Jeppe Kjær Jensen. Hann hevur 16-ára føðingardag í dag. 16 ár er lágmarkið fyri at spæla í fremstu røð, og harvið fer Jeppe Kjær Jensen altíð at hava metið (fer møguliga at deila tað)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder