Venjarin hjá danska superligafelagnum AC Horsens, Bo Henriksen, hevði verið ein fínur landsliðsvenjari hjá Føroyum.
Tað heldur føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, sum dagliga spælir við Horsens.
- Hann er ein framúr venjari, sum mær dámar væl. Er eri vísur í, at hann kundi gjørt stóran mun sum føroyskur landsliðsvenjari.
Tað sigur Hallur Hansson við Ritzau tíðindastovuna.
Í gjár gjørdist tað greitt, at Lars Olsen gevst sum landsliðsvenjari, tá núverandi sáttmáli hansara gongur út á nýggjárinum.
Les: Ikki sæð nakra framgongd síðsta árið
Føroyskir miðlar hava longu peikað á Bo Henriksen sum ein hóskandi avloysara fyri Lars Olsen, og Hallur Hansson heldur, at hetta hevði verið upplagt.
- Eg rokni við, at føroyingarn høvdu elskað hann um hann gjørdist venjari. Bo Henriksen hevði verið rætti maðurin. Hann hevði ført nógva orku í liðið, og hann er sera dugnaligur til at eggja leikararnar, sigur Hallur Hansson sambært Ritzau.
Sjálvur hevur Bo Henriksen ongar viðmerkingar til tosið um at gerast landsliðsvenjari í Føroyum. Hann hevur tvey ár eftir av sínum sáttmála við AC Horsens.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald