Fótbóltur

Hálvfinala og botnstríð á skránni í dag

Liverpool vann týdningamiklan sigur í gjárkvøldið; í dag er annað á breddanum í Onglandi.

Manchester City megnaði at kveistra Swansea til viks eftir tógvið stríð í fjórðingsfinaluni 
(Mynd: EPA)

Manchester City megnaði at kveistra Swansea til viks eftir tógvið stríð í fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)

2019-04-06 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sá einki út eina løtu hjá Liverpool, ið var á vitjan hjá Southampton í gjárkvøldið. Heimaliðið kom á odda tíðliga og spældi ein góðan dyst. Men liðið hjá Klopp svaraði aftur: Naby Keita javnaði fyri steðgin, og stutt fyri leiklok avgjørdu Mohammed Salah og Jordan Henderson dystin. Harvið kom Liverpool upp á 82 stig - tvey stig fleiri enn Manchester City, ið tó hevur leikt ein dyst færri. 

Manchester City spælir í dag, men tað er ikki um oddasessin í Premier League. Tað er eitt finalupláss í FA Cup, sum er uppá spæl á Wambley. Mótstøðuliðið er formveika Brighton, og liðið hjá Pep Guardiola er stórfavorittur. Manchester City hevur vunnið 13 sigrar á rað í øllum kappingum, og dreymurin um øll tey trý stóru steypini livir framvegis. City vann finaluna í Carabao Cup í februar, og er nú bert eitt fet frá einari finalu afturat. 

Tríggir dystir verða leiktir í Premier League. Í Norðuronglandi spæla tvey lið, ið ikki eru 100 % úti av botnstríðnum. Newcastle og Crystal Palace burdu ikki komið í trupulleikar, og um ein vinnari verður funnin í dag, so burdi hann av álvara verið úti av stríðnum. Burnley er fimm stig frá strikuni og kann í dag skapa størri frástøðu til Cardiff, um liðið hjá Sean Dyche megnar at fáa stig í Suðuronglandi. 

Premier League 33. umfar:
15.00: Bournemouth - Burnley 
          Huddersfield - Leicester
          Newcastle - Crystal Palace (Viaplay)             

FA Cup hálvfinala: 
17.30: Manchester City - Brighton (TV3 Sport/Viaplay)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder