Síðani seinast í nítiárinum hevur Klaksvíkskappingin verið á skránni stutt áðrenn kappingarbyrjan. KÍ bjóðar teimum trimum liðunum, ið endaðu á ovastu á stigatalvuni árið fyri norð. Seinastu árini hevur tað verið tey trý, sum umframt KÍ eru endaðu i topp-fýra.
Í ár hevur liðið, sum endaði á 4. pláss og vann steypakappingina í fjør meldað avboð. HB er hetta vikuskifti á venjingarlegu í Suðuroynni og spælir klokkan 14 í dag í Trongisvági.
Klaksvíkskappingin byrjar við dysti millum nummar tvey og trý í fjør, NSÍ og B36. Hesi liðini hava ikki hittst í venjingardysti í vetur. Tað hava KÍ og Víkingur. Liðið hjá klaksvíkinginum Eyðun Klakstein avloysir HB í Klaksvíkskappingini, og fyrr í mánaðinum vann Víkingur 5-3, tá KÍ vitjaði í Sarpugerði.
Klaksvíkskappingin 2020
22.02
13.30: B36 - NSÍ
16.00: KÍ - Víkingur
Í morgin - somu tíðspunkt - verður ávíkavist dysturin um 3. plássi og finalan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald