Føroyska hondbóltslandsliðið møtir yvirmaktini í dystinum móti Danmark í Skjern í dag. Tað vísir fyrri hálvleikur, har danir hava verið greitt omaná allan dystin.
Føroyingar javnaðu til 1-1 tíðliga í dystinum, men annars hava danir ligið omaná við allan fyrra hálvleik. Eitt skifti gekk tað tó trekliga við donsku málunum, og Nikolaj Jacobsen, danskur landsliðsvenjari, breyt spælið av við leikbrái og skeldaði sínar spælarar út.
Tað hjálpti. Stille og roligt hevur væl trimmaða danska liðið økt um leiðsluns, so støðan í hálvleikinum gjørdist 17-8.
Nicholas Satchwell byrjaði í føroyska málinum og hevði nakrar heilt góðar bjargingar í byrjanini av dystinum. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki, kom Niklas Simonsen í málið, men hann hevur ikki rættiliga fingið paradurnar at fungera enn.
Nógv umrøddi Peter Krogh byrjaði ikki inni í dag, men tá um 20 minuttir vóru farnir kom hann á vøllin og fekk eina stak góða byrjan, tá hann buldraði eitt renniskot í netið.
Føroysku málskorararnir í fyrra hálvleiki vóru:
Niclas Selvig 3(1)
Jónas G. Djurhuus 2
Sjúrður Olsen 1
Kjartan Johansen 1
Peter Krogh 1
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald