Annað

Hálvleikurin hæddarpunktið higartil

Atlanta, Georgia: Patriots hevur verið betri liðið higartil, bert trý stig eru komin á talvuna, og Maroon 5 hava staðið fyri tí mesta av undirhaldinum.

Adam Levine og Maroon 5 framførdu í hálvleikinum í Super Bowl í Atlanta
(Mynd: EPA)

Adam Levine og Maroon 5 framførdu í hálvleikinum í Super Bowl í Atlanta (Mynd: EPA)

2019-02-04 01:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ikki verið nakað festfýrverkari á glæsiliga Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta higartil. New England Patriots hevur sitið á 1. hálvleiki, men bert skorað trý stig. Rams hava ikki havt bóltin nógv, og í teimum førunum so hevur einki koyrt hjá monnunum hjá McVay; verjan hjá Patriots hevur gott tak á støðuni.

[object Object]
Sean McVay, venjari hjá Rams, kann ikki vera nøgdur eftir 1. hálvleik (Mynd: EPA)

Í stóra Halftime Showinum upptraðkaði pop bólkurin Maroon 5 úr Los Angeles. Tað hevur verið nógv rumbul um showið í hálvleikinum, men Maroon 5 traðkaði til, og teirra inntøka frá tí (500.000 dollarar) verður beinleiðis givin til vælgerandi endamál. 

Les eisini: Heita á Maroon 5 um ikki at framføra til Super Bowl

Álopini hava ikki undirhildið í 1. hálvleiki, men Maroon 5 fekk so bøtt nakað uppá tað. Tað var ikki framúr - tað hevur verið betri fleiri av undanfarnu árunum - men bólkurin framførdi nakrar av kendu sangunum, sum til dømis She will be Loved og This Love. Við Adam Levine á odda fekk hetta lív í fjøldina, og Big Boi, rapparin úr Atlanta, og Travis Scott vóru eisini á pallinum eina løtu.

New England Patriots - Los Angeles Rams (3-0)

(Mynd: EPA)[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder