Annað

Hálvmarathon á skránni í Eysturoynni leygardagin

Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2024 verður runnið leygardagin 6. januar: Frá brandstøðini á Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir.

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri kappingini, ið vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Byrjað verður klokkan 11 við brandstøðina á Skála (Mynd: athletics.fo)

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri kappingini, ið vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Byrjað verður klokkan 11 við brandstøðina á Skála (Mynd: athletics.fo)

2024-01-04 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2024 verður runnið leygardagin 6. januar 2024.

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri kappingini. Hetta er vanliga tann fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

- Runnið verður frá brandstøðini á Skála, norðast í bygdini, kring Skálafjørðin og út á Toftir. Byrjað verður klokkan 11, og málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum.

Fyrireikararnir boða frá, at øll yvir 16 ár (fødd í 2007 ella fyrr) kunnu luttaka. Kappast verður bólkunum:

-Menn & Kvinnur (1979-2007)
-Menn & kvinnur veteranar (1969-1978)
-Menn & kvinnur superveteranar (-1968)

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya fif.fo ella við startin undan kappingini. Startnumrini verða heintaði á brandstøðini á Skála.

- Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.

Kelda: Frælsur Ítróttur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder