- Vit kunnu taka nógv við frá seinasta dysti, tí vit kláraðu at halda teimum frá teimum stóru kjansunum. Vit vita, hvørjir mótstøðuleikarir helst ikki skulu hava bóltin, og hvørjir gott kunnu hava hann, uttan at tað verður farligt. Haraftrat mugu vit finna eina eyka megi fram til hendan dystin eisini, tí vit standa fyri einari truplari uppgávu, sum tó er møgulig.
Soleiðis sigur Hannes Agnarsson við Portalin úr Kroatia. Álopskendi spælarin hjá B36 skoraði fyrsta málið á Tórsvølli, tá HNK Rijeka vitjaði hósdagin. Tað endaði tó 1-3, har kroatiska liðið fekk eitt brotsspark, sum ikki burdi verið dømt, og í seinna hálvleiki tvey mál eftir aðrar deyðbóltar.
Hannes og teir vóru tó nøgdir við fleiri ting í fyrra dystinum í 3. umfari í Conference League. Júst tað at fáa fyrsta málið kann fáa stóran týdning í morgin - síðst var grundarlagið fyri heilt góðum úrsliti tíverri partvíst tikið burtur:
- Undir vanligum umstøðum kann eitt fyrsta mál broyta ein dyst sera nógv, serliga tá man spælir í Evropa. Vit fingu leiðsluna í Føroyum eitt gott tíðspunkt, har allir fingu eina kenslu, at vit kundu vinna hendan dystin. Kenslan vardi tó ikki leingi. Líka so stór gleðin var, líka stóran niðurtúr fingu vit, tá dómarin gav teimum eitt mál.
Hannes Agnarsson setti kaldliga fótín á gott kontra, og so var 1-0...
Men eitt brotsspark seint í hálvleikinum tók partvíst góða grundarlagið burtur (Myndir: Sverri Egholm)
Hvussu ætlar B36 so at spæla torføra útidystinum við 1-3 sum útgangsstøði, og hvat verður umráðandi í morgin?
- Dystarætlanin verður meira ella minni tann sama. Tó koma vit nokk at royna at skapa eitt meira, tí reint defensivt vóru teir ikki serliga skipaðir. Men teir koma at hava bóltin fyri tað mesta, og vit koma at taka tempo’i úr dystinum. Hitin og vøllurin (gras, red.) fara eisini at ávirka dystin. Tó eru vit sera spentir uppá uppgávuna, og vit vita, at vit gott kunnu skapa eina sensatión, um vit raka okkara allar besta dag og hinir ikki. Vónin livir enn.
Júst tað at HKNK Rijeka hevði nakrar veikleikar í tí verjukenda, kann vónandi gera mun í annaðkvøld, og trúgvin er har í B36-hópinum. B36 og HNK Rijeka spæla klokkan 19.15 og Televarpið vísir dystin.
Hópurin kom uppá pláss í gjárkvøldið - Hannes Agnarsson beklaði í fyrra dystinum og er ivasamur til hendan dystin.
Sí eisini: B36 hevur eina tunga uppgávu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald