Klokkan 17 ljóðar fyrsta bríksl á Andruv Stadium í Olumouc. Leikvøllurin í býnum í eystara parti av Kekkia, ið hevur umleið 100.000 íbúgvar, tekur 12.500 áskoðarar, og væntað verður at umleið 11.000 fólk vera til staðar í kvøld. Føroyska A-landsliðið við monnum spælir fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni í hesum døgum.
Tað hevur verið gitt, at Hanus Sørensen fer at byrja inni á høgra bakki, og soleiðis verður. 21-ára gamli HB-leikarin hevur ongantíð verið á A-landsliðnum áður. Hann fer at spæla við nummar 24 á rygginum.
Málverjin Gunnar Nielsen spælir sín A-landsdyst nummar 70 í kvøld.
Sí eisini:
Hanus: Mamma byrjaði at lippa
Video: - At spæla á landsliðnum er tað størsta
36-ára gamli Gunnar Nielsen hevur vart føroyska málið 69 ferðir seinastu næstan 14 árini (Mynd: Sverri Egholm
Greitt er eisini, at HB-miðvallarin Heðin Hansen, fær møguleikan á sentrala miðvøllinum, og at Mads Mikkelsen á fyrsta sinni byrjar inni í einum A-landsdysti. KÍ-leikarin hevur annars verið partur av landsliðnum í ár.
Føroyar (4-5-1/4-3-3): Gunnar Nielsen - Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Meinhard Egilsson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, René Shaki Joensen, Mads Boe Mikkelsen - Klæmint Andrasson Olsen
Á bonkinum nógvir ungir mans, sum hava millum lítlar og ongar royndir á A-landsliðnum:
Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Gilli Sørensen, Martin Agnarsson, Samuel Chukwudi, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jann Benjaminsen, Andrias Edmundsson, Noah Mneney, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Patrik Johannesen og Pætur Petersen.
Í venjingardystum er loyvt at fremja seks inn- og útskiftingar. Tó er bert loyvt at nýta tríggjar steðgir í dystinum til skiftingarnar - har telur hálvleikuirn ikki við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald