
Hanus Sørensen skifti í vetur til NK Celje. Slovenska felagið keypti 23-ára gamla havnarmannin úr HB, og er Hanus higartil byrjaður inni í øllum teimum fýra landskappingardystunum hjá meistarunum í fjør.
Í dag varð talan um tann fyrsta sigurin hjá Celje í Prva liga í 2025, og tað var vorið sum sigur. Celje vann heili 9-1 á heimavølli móti Radomlje.
Hanus Sørensen spældi 90 minuttir í einum kappingardysti fyri fyrstu ferð síðani 13. oktober; í landsdystinum, móti Lettlandi.
Føroyingurin spældi á høgra bakki og legði upp til seinasta málið í risasigrinum. Hetta kom í yvirtíðini.
Hanus Sørensen og hinir fegnast um eitt av mongu málunum í dag (Mynd: NK Celje)
NK Celje er í løtuni á 5. plássi í deildini við 10 liðum. Sjey stig eru upp til evropeiskt pláss.
Liðið er tó framvegis í Conference League 2024/2025. Har er Celje víðari til áttandapartsfinalurnar eftir sigurin á APOEL í vikuni. Hanus Sørensen fær tó ikki spælt í hesari kappingini fyri Celje; hetta tí at hann spældi Conference League-dystir fyri HB í undanumførunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald