Fótbóltur

Hanus Sørensen spælt fyrsta kappingardystin og fyrsta evropeiska dystin fyri Aluminj

Hetta í Europa League, har slovenska liðið fekk gott úrslit: 0-0 á útivølli móti Sheriff Tiraspol. Føroyingurin kom inn í 78. minutti.

Hanus Sørensen skorar her móti Montenegro og er nú komin á eitt hægri stig aftur á yrkisleiðini (Mynd: Sverri Egholm)

Hanus Sørensen skorar her móti Montenegro og er nú komin á eitt hægri stig aftur á yrkisleiðini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-09 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hanus Sørensen er farin til slovensku steypavinnararnir, sum millum annað eru í Europa League.

Les eisini: Hanus Sørensen skiftir til slovensku steypavinnararnar

Aluminj spældi í kvøld fyrra dystin í 1. umfari í kappingini. Hann var móti Sherif Tiraspol, sum javnan stendur seg væl í evropeisku kappingunum.

Liðið úr Moldova, ella Transnistria sum sjálvstøðuga økið við Tiraspol, tók ímóti. Har spældi KÍ í røkkstøkkumfarinum (play-off) í 2023.

Tað endaði við málleysum javnleiki, og tað er gott úrslit fyri Aluminj , sum ikki hevur so nógvar royndir í evropeisku kappingunum. Talan er um gott útgangsstøði undan dystinum í Slovenia um eina viku.

Hanus Sørensen byrjaði á bonkinum, men kom í 78. minutti inn til sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið.

25-ára gamli føroyski landsliðsspælarin spældi sum høgri vongbakkur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder