
Í løtuni halda StÍF'arar ársveitslu í Bygdahúsinum í Strondum, og talan er um gullveitslu, tí fyri níggju døgum síðani vann felagið FM á kvinnusíðuni á fyrsta sinni.
Glaðu gestirnir fingu meira at fegnast um fyri løtu síðani, tá formaðurin Rúni Rasmussen kunngjørdi, at Haruka Gima heldur fram í felagnum - Haaaaaruuuuka Gima-sangurin rungaði av álvara, sigst av Strondum. Hon kom til føroyskan hondbólt í 2019 og skjótt gjørdist greitt, at japanski bakspælarin fór at vera StÍF ein fongur.
Hon var tvey mál frá at gerast toppskjútti í føroyskum kvinnuhondbólti í 2019/2020, tá StÍF ikki fekk nógv stig, og í farna kappingarári varð hon toppskjútti við 189 málum. Samanlagt er talan um 298 mál, og tey fara at gerast fleiri í tali. Haruka Gima var ein av høvuðsorsøkunum til, at StÍF aftur blandaði seg í oddin og endaði við at vinna FM. Í tí einu FM-finaluni, har Haruka sat uttanfyri við skaða í fótinum, tapti StÍF tepurt.
Lív Poulsen, ið var ógvuliga umráðandi í hálvfinalunum og í finalunum, skal nú spæla í donskum hondbólti, so at nummar 83 heldur fram, hevur nógv at siga fyri StÍF. Tað lá annars í kortunum, at Haruka Gima fór at flyta aftur til heimland sítt aftaná kappingarárið.
Eftir fyrsta finalusigurin. Haruka Gima er ógvuliga væl dámd á Strondum og á Skála, og hon hevur verið nógv virkin sum ungdómsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
Málverjin, ið eisini er úr Japan, hevur sjálv boðað frá - á sosialu miðlunum - at hetta bert var byrjanin uppá hennara tíð í Føroyum. Momoko Nakamura fekk loyvini uppá pláss í desember, og hon styrkti nógv um StÍF-liðið og gjørdi í avgerandi dystunum vart við seg við nógvum stórbjargingum.
Í dag kunngjørdi StÍF eisini, at Ljubica-Buba Hansen úr Makedonia, sum hevur búð og verið venjari leingi í Danmark, skal avloysa Jón Ljósa Rasmussen sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald