Nýggi venjarin hjá StÍF-kvinnum er Ljubica-Buba Hansen. Nevndin í StÍF er spent uppá samstarvið við venjaran, sum fer at byggja víðari á tær dygdir og royndir, sum besta kvinnuliðið hevur. Ljubica er sera spent uppá at fara í holt við nýggju avbjóðingina, boðar felagið frá.
Jón L. Rasmussen gevst nú sum venjari eftir at hava vant kvinnuliðið í fleiri ár. Hann vann sum øllum kunnugt FM-gull við StÍF-kvinnuliðnum.
Ljubica-Buba Hansen fer eisini at vera høvuðsvenjari hjá øllum gentualdursbólkunum. Hon fer saman við hjálparvenjarum at menna gentuliðini hjá StÍF enn meira.
Ljubica er úr Makedonia. Hon hevur búð í Danmark síðan 1997. Hon er 47 ár.
Hon hevur drúgvar royndir sum hondbóltsleikari í heimlandinum Makedonia og í Danmark. Hon var við til at vinna fleiri meistaraheiti í bestu deild í Makedonia. Hon spældi í fleiri ár við makedonska landsliðnum, og hevur eisini verið venjari hjá fleiri barna- og ungdómsliðum í Danmark. Hon hevur eisini drúgvar royndir sum lærari at arbeiða við børnum og ungum.
Ljubica hevur universitetsútbúgving í ítrótti (lisið í Makedonia) og er útbúgvin lærari í Danmark. Hon er eisini útbúgvin fitness-instruktørur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald