
Sølvi Reinert Hansen, formaður í nýstovnaða Eysturoyar Golffelag sigur, at teir eru fleiri mans, sum hava tosa um møguleikan í fleiri ár.
- Beint fyri jól varð støða tikin um at stovan felagið, og so taka vit tað harfrá. Vit hava allir spælt golf uttanlands, men vit fara ikki at bíða eftir tí heilt stóra.
Formaðurin greiðir frá, at teir hava fingið hjálp frá Tórshavnar Golffelag, og at teir í nýggja golffelagnum hava ynski um at kunna sleppa at kappast við felagið í Tórshavn.
Men stuttíðarmálið er at sleppa at spæla eitt sindur av golf á eini driving range ella á einari putting green.
Les eisini: Nýtt golffelag stovnað
Sølvi Reintert Hansen væntar ikki at kommunur fara at standa í bíðirøð eftir at gera ein golfvøll. Men hann sigur, at felagið hevur greiðar ætlanir um nøkur krøv, sum ein framtíðar vøllur skal hava.
- Golfvøllurin skal verða so burðardyggur ella umhvørvisvinarligur sum gjørligt. Vit skulu ikki grava allan hagan upp fyri at innflyta útlendska mold. Vøllurin skal minna um føroyska hagan, hann skal verða so ektaður sum gjørligt, og meining er ikki, at tú skalt kenna tað sum um at tú ert uttanlands og spælir. Tú skalt merkja, at tú spælir í Føroyum, sigur Sølvi Reinert Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald