Fótbóltur

Hava spælt javnt meginpartin av evropeisku dystunum

Tað kann verða tungt í Tiraspol, men útfrá úrslitinum hjá KÍ í Evropa higartil og fyrra dystinum millum liðini er lagt upp til tættan dyst.

Deni Pavlovic og KÍ hava fyri tað mesta spælt tættar dystir í Evropa í ár. 1-1 úrslitið á Tórsvølli móti Tiraspol ger, at alt er heilt opið undan seinna dystinum í play-off umfarinum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Deni Pavlovic og KÍ hava fyri tað mesta spælt tættar dystir í Evropa í ár. 1-1 úrslitið á Tórsvølli móti Tiraspol ger, at alt er heilt opið undan seinna dystinum í play-off umfarinum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

2023-08-29 21:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Keypmannahavn, Danmark (Portalurin) -  Seinnapartin fór KÍ-hópurin úr Føroyum til Keypmannhavnar. Har verður hildið til, til tíðliga í morginárini tá leiðin gongur til Moldova, umvegis Wien. Í Moldova er ein busstúrur til Transnistria-økið, ið hevur slitið seg leyst av sjálvum Moldova, fyri framman.

Tað er Sheriff Tiraspol, ið hevur heimstað í hesum heldur umstrídda økið. Liðið fekk 1-1 javnleik á Tórsvølli í síðstu viku. 

Les eisini: Megnaðu ikki at halda móti moldovisku meistarunum

[object Object]
Árni Frederiksberg skoraði seks mál og legði upp til tvey í Champions League. Nú skulu hann og liðfelagirnir royna at spæla seg í Europa League bólkaspælið í toførum umstøðum.

Hetta var fjórðu ferð í ár, at KÍ spældi javnt eftir 90 minuttir í evropeiskum dysti: Ferencvárosi heima og Häcken heima og úti eru hinir báðir. Í Göteborg eydnaðist síðani KÍ at fella svensku meistararnar eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.

Liðið hjá Magna Hoseth og gamla felag KÍ-venjarans, Molde, vunnu hvør sín dyst við einum máli eftir 90 minuttir. Í longdu leiktíðini í Molde fekk heimaliðið einasta málið og sendi harvið KÍ yvir í Europa League.

Nú snýr tað seg um hjá KÍ at royna at spæla seg í bólkaspælið í Europa League, ið gevur uppaftur størri ítróttarligar avbjóðingar og meira pening enn bólkaspælið í Conference League. Tað fer taparin av uppgerðini í. Sheriff er sterkt á heimavølli og sjálvandi á pappírinum favorittur í hitanum. KÍ hevur tó loypt hvøkk á fyrr í summar og tvær ferðir spælr seg víðari á útivølli eftir javnleik í Føroyum.

UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ (1-1)

Kringvarpið sendir dystin.

Portalurin verður við á ferðini til Tiraspol.


Niðanfyri sæst yvirlit yvir úrslitini hjá KÍ í Champions League og Europa League higartil í ár:


Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
11.07, Við Djúpumýru
KÍ - Ferncvárosi 0-0

Champions League 1. umfar, seinni dysturin
19.07, Groupama Arena (Budapest)
Ferencvárosi - KÍ (0-3) – 0-3 samanlagt
8' Árni Frederiksberg, br. (Odmar Færø) 0-1
32' Árni Frederiksberg (Deni Pavlovic) 0-2
45 (+1)' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 0-3

Champions League 2. umfar, fyrri dysturin
26.07, við Djúpumýrar
KÍ - BK Häcken 0-0

Champions League 2. umfar, seinni dysturin
02.08, Bravida Arena (Göteborg)
BK Häcken - KÍ 6-7 eftir brotssparkskapping - 3-3 eftir longda leiktíð (2-2)
17' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 0-1
24' Tobias Sana 1-1 
49' Amor Layouni 1-2
55' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 2-2
105 (+1)' Ibrahim Sadiq 3-2
109' Sivert Gussiås/sjálvmál (Árni Frederiksberg) 3-3

Brotssparkskapping: 

4-3:
Häcken skorar
4-4: Árni Frederiksberg
5-4: 
Häcken skorar
5-5: Jákup Biskopstø Andreasen
6-5: 
Häcken skorar
6-6: Patrick da Silva
Häcken brennir (Omanfyri)
Sivert Gussiås brennir (Tvørtræðið)
Nils Jonathan Johanson bjargar
7-6: Vegard Forren skorar

Champions League 3. umfar, fyrri dysturin
08.08, Tórsvøllur
KÍ – FK Molde 2-1 (0-0)
49' Magnus Wolff Eikrem 0-1
64' Árni Frederiksberg 1-1
86' Árni Frederiksberg (Sivert Gussiås) 1-2

Champions League 3. umfar, fyrri dysturin
15.08, Aker Stadion (Molde)
FK Molde - KÍ 2-0 eftir longda leiktíð – 1-0 eftir vanliga leiktíð, 3-2 samanlagt
17' Kristian Eriksen 1-0
112' Martin Linnes 2-0

UEFA Europa League Play-off, fyrri dysturin
24.08, Tórsvøllur
KÍ - Sheriff Tiraspol 1-1 (0-0)
53' Patrick Da Silva (Luc Kassi) 1-0
73' Jerome Ngom Mbekeli 1-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder