Tað var KÍ, ið leingi tóktiskt at hava tamarhald á dystinum á Tórsvølli hóskvøldið. Óvæntað vóru teir í bláum spælstýrandi, høvdu bóltin meira tó uttan at skapa heilt nógvar upplagdar málmøguleikar.
KÍ legði seg á odda við flottum máli tíðliga í 2. hálvleiki, og eins og Patrick Da Silva fekk Jákup Biskopstø Andreasen stútað bóltin móti málinum hjá Sheriff Tiraspol, staddur miðskeiðis í brotsteignum eftir gott innlegg úr høgru.
Patrick Da Silva skoraði og kundi fegnast...(Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
Tað eydnaðist tíverri ikki hjá liðformanninum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
Í seinna førinum bjargaði málverjin tó væl, og útliðið javnaði til 1-1 við sínum einasta veruliga gjøgnumspælda álopi í dystinum
Sí eisini: Megnaðu ikki at halda móti moldovisku meistarunum
Javnleikur kann Sheriff helst nýta til meira enn KÍ undir umstøðunum. Tað sást eisini á leikháttinum hjá yrkisspælarunum, at teir vóru rímiliga nøgdir við javnleik, og at teir so eru rímiliga vísir í, at man megnar avgera alt á heimavølli.
Hetta eydnaðist ikki hjá Ferencvárosi og Häcken fyrr í summar, men tað er eingin ivi um, at Sheriff Tiraspol er favorittur at spæla seg víðari til Europa League-bólkaspælið.
KÍ ætlar sær tó avgjørt ikki í Conference League bólkaspælið við góðum vilja. Svongdin eftir stórum avbjóðingum í Europa League er stór, staðfestu Magne Hoseth og Hallur Hansson á Tórsvølli hóskvøldið.
Veddingarfyritøkur geva í løtuni peningin sjey til átta ferðir aftur, um teir verða settir á KÍ-sigur, og tað eydnast. Í mun til tað, gevur Sheriff undir 1,50 hjá øllum teimum stóru veddingarfyritøkunum. Longd leiktíð liggur millum 4.00 og 4.50.
UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ
Sjónvarp: KVF
Portalurin verður við á ferðini til Tiraspol
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald