Fótbóltur

Hava tvær ferð fingið stig á heimavølli móti Skotlandi

Í hinum báðum heimadystunum er tað endað við 0-2 ósigri, men serliga seinnu ferð vóru Føroyar væl við. Dysturin í kvøld verður nummar ellivu í røðini millum londini á hægsta støði.

Tórsvøllur verður fyri fyrstu ferð karmur um ein dyst millum Føroyar og Skotland. Í teimum fýra dystunum á Svangaskarði hava Føroyar samanlagt givið skotum heilt skarpan gang (Mynd: Sverri Egholm - frá venjingini í gjár)

Tórsvøllur verður fyri fyrstu ferð karmur um ein dyst millum Føroyar og Skotland. Í teimum fýra dystunum á Svangaskarði hava Føroyar samanlagt givið skotum heilt skarpan gang (Mynd: Sverri Egholm - frá venjingini í gjár)

2021-10-12 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er eitt av teimum londunum, ið okkara menn oftast hava spælt ímóti. HM-undankappingardysturin millum manslandsliðini hjá Føroyum og Skotlandi í kvøld verður tó søguligur á tann hátt, at tað verður tann fyrsti millum londini á Tórsvølli í hesum høpi - tað er eisini talan um fyrsta HM-undankappingardystin millum Føroyar og Skotland her á landi.

Á útivølli hevur tað ikki hilnast væl móti Skotlandi: Seks dystir - ein av teimum venjingardystur - og seks tap, og hóast 2-1 í 1998 og 3-1 í 2003 so hevur munurin samanlagt verið stórur. Søgan hevur verið ørðvísi á Svangaskarði, har teir undanfarnu dystirnir landanna millum í Føroyum eru leiktir.

Skotar vunnu 2-0 í EM-undankappingardysti í 1995 og aftur næstan júst tólv ár seinni í einum slíkum. Í báðum førum var talan um tvey mál í fyrra hálvleiki, men í 2007 hevði eitt upplagt føroyskt lið fleiri góðar málmøguleikar, og spenningur var í dystinum.

[object Object]
John Petersen skoraði tvey mál móti Skotlandi á Svangaskarði í 2002 og skoraði eisini føroyska málið í 2-1 dystinum í Aberdeen í 1998. Síðst Føroyar tóku móti skotum - í 2007 - var hann hjálparvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur tað sanniliga eisini verið í hinum báðum. Í dystinum í 1999 komu skotar á odda stutt fyri steðgin, men fingu eisini eitt reytt kort, og stutt fyri leiklok kom javnvág í, og eitt flott føroyskt stig í hús. Trý ár seinni kókaði longu fyrsta korterið í sólini á Svangaskarði , tí John Petersen skoraði tvær ferðir eftir innlegg frá Jákupi á Borg. Tvey sera góð mál, og John var heilt nær við at fáa sítt hattrikk stutt inn í seinna hálvleik, men ístaðin kom Skotland aftur í dystinum, og tað endaði við javnleiki.

Sostatt kann staðfestast, at Skotland søguliga hevur tað trupult í Føroyum, um hugt verður hvussu stórur munur er á liðnum, ið mun til stødd, hvar leikarar til dagliga spæla o.s.fr - Føroyar hava fingið stig í helminginum av innanhýsis dystunum her á landi.

Um hetta fær nakran týdning í kvøld er ikki vist, men tað er eingin ivi um, at føroyska liðið vil geva skotum, ið liggja væl fyri til at fáa eitt play-off pláss, skarpan gang. Fyrsta bríksl á Tórsvølli í kvøld verður klokkan 19.45.


Dystir móti Skotlandi í Føroyum - allir eru leiktir á Svangaskarði, og í øllum førunum er talan um EM-undankapping: 

1995
Føroyar - Skotland 0-2 (0-2)
Sí dómaraseðil

1999
Føroyar - Skotland 1-1 (0-1)
Sí dómaraseðil

2002
Føroyar - Skotland 2-2 (2-0)
Sí dómaraseðil


2007
Føroyar - Skotland 0-2

Sí dómaraseðil

Tøl og dómaraseðlar: Fótbóltssamband Føroya og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder