Annað

Havnar Billardfelag við kós móti FM heitinum

Havnar Billardfelag góðan møguleika at vinna sítt fyrsta FM heiti síðani 2005.

Ólavur Kjølbro kann í morgin saman við Jógvan Jørgensen vinna fyrsta FM heitið fyri Havnar Billardfelag í 18 ár. Mynd Jan Müller

Ólavur Kjølbro kann í morgin saman við Jógvan Jørgensen vinna fyrsta FM heitið fyri Havnar Billardfelag í 18 ár. Mynd Jan Müller

2023-03-10 12:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað leikar hart á grøna dúkinum í billardfeløgunum kring landið. Nú tað gongur móti endaspurtinum í Føroyameistarakappingini fyri lið er sera stórur spenningur í oddinum í fyrstu deild.  Í løtuni liggur fyrra  liðið hjá Havnar Billardfelag, Habi1 á odda -  við enn einum Habi2 liði beint í hølunum. Habi1 hevur munin við 49 stigum fyri 8 dystir, Habi2 hevur 43 stig eisini fyri 8 dystir. Síðani kemur liðið hjá tvøramonnum við 37 stigum tó fyri eina kapping minni. Klaksvíkingar eru nr. 4 og 5 og fuglfirðingar nr. 6. Greitt er longu, at verandi FM meistaraliðið í Klaksvík, KLBF1 ikki longur kann vinna FM, tí teir kunnu í mesta lagi koma upp á 45 stig. 

[object Object]Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag 

Í morgin leygardagin skulu oddaliðini aftur í eldin. Tvøramenn vitja í Havn og skulu spæla móti báðum havnaliðunum. Hóast enn eitt umfar er at spæla eftir dystirnar hetta vikuskiftið, so kunnu vit fáa ein FM vinnara longu leygardagin. 

Hóast stóru framgongdina og oddastøðuna hjá havnarliðinum, so kann stóri jokarin í endaspælin gerast verandi føroyameistarin fyri einstaklingar, ungi og sera dugnaligi tvøramaðurin Páll Heri Nolsøe, sum higartil í kappingini bert hevur tapt eitt stig. Hann er sum so suverenur líka mikið, hvar hann spælir, á heimaborði ella norðanfjørs.  Fer hann at halda fram við sínum lætta og vælkoyrandi tempospæli og raka kúlur og keylur rætt, og makkarin, tann rutineraði Grand Old Man í suðuroyarbillard, Max Rasmussen, finnur sítt góða spæl tær avgerandi løturnar,  so kunnu teir koma at geva havnarmonnum skarpan gang. Men einki er sikkurt annað enn, at havnamenninir  enn eru klárt á odda. 

[object Object]

Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag hevur bert tapt 1 stig í kappingini higartil. Hann kann fara at koppa gullsteypinum, sum í løtuni stendur Havnini "í boði".


Oddamenninir í kappingini í løtuni eru ikki fyri nothing. Jógvan Jørgensen og Ólavur Kjølbro hava spælt sera væl gjøgnum alla kappingina og prógvaðu tað so dyggiliga seinasta vikuskiftið, tá teir ruddaðu borðini í føroyska billardmekkaðinum Klaksvík og vunnu á KLBF2 við 8-0. Ólavur, sum eisini er klaksvíkingur men nú verjir borg í høvuðsstaðnum, hevur funnið sínar gomlu dygdir framaftur frá billardspælinum fyri 20 árum síðani, tá hann varð millum fremstu spælarar. Nú glógvar av álvara aftur í hesum róliga, klóka og álvarssama spælaranum. Rakar hann dagin, og tað ger hann oftani, so stendur hann ikki langt aftanfyri billardsnidlingin av Tvøroyri. 

Í seinastu kappingini  í Klaksvík hevði hann ein dyst uppá 42 eygu í meðal. Tað er ikki hvørjum beskorið. Men fara vit so aftur til billardstjørnuna á Tvøroyri, Páll Hera Nolsøe,  so livdi hann so dyggiliga upp til sítt FM heiti fyri einstaklingar í fjør, har hann í einum dysti megnaði at fáa 71 eygu í meðal. Tað er ikki langt frá føroyskum meti. Hallur Joensen, billardkongurin úr Klaksvík varð eitt vet betri, tá hann í seinasta kappingarári megnaði at fáa 83 eygu í meðal eitt einstakt spæl. 

[object Object]

Í morgin kl. 9.30 lata dyrnar upp í billardhølunum í Havnar Klubba, og tá fara vit at uppliva føroyskt billardspæl, tá tað er best. Mynd Jan Müller

Við hesum rimmar tølum í huga ber til at siga, at vit fara at fáa nakrar sera spennandi billarddystir leygardagin í hølunum hjá Havnar Klubba eins og til sjálvan endaspurtin um góðar tvær vikur. Jógvan Jørgensen og Ólavur Kjølbro hava við sínum støðuga og framúr góða spæli prógvað, at tað ber til at koma afturíaftur eftir  18 ár í billardmyrkurinum. Meðan Ólavur er rættiliga nýggjur spælari í Havnar Billardfelag, so hevur makkarin Jógvan Jørgensen verið millum fremstu spælarar í Havnar Billardfelag nú í mong ár og hevur vunnið fleiri  heiðursmerki.

Men tá tað er sagt, so eiga vit ikki at gloyma teir báðar frægu Habi spælararnar Nils Nielsen og Per Hansen á Habi2 liðnum, sum hóast 6 stig aftanfyri Habi1 kunnu taka øll á bóli, um tað rullar væl. So einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Hesi klóku orð verða so sanniliga ikki minst sannað innan billardítróttina, tí oftani er knívskorið, hvør vinnur. At havnafelagið í løtuni eigur bæði 1. og 2. plássið man fløva væl í tí gamla og hugnaliga billardhølinum í Havnar Klubba. Kappingin byrjar kl. 9.30.  

Miðjan apríl verður kappast um Føroyameistaraheitið fyri einstakligar. Tá skal Páll Heri Nolsøe verja sítt heiti. Kappingin fer fram í hølunum í Havnar Klubba. 

Tað hoyrir til slíka billardumrøðu at nevna, at fleiri av okkara frægastu spælarum ikki eru við í kappingunum í ár men verða vónandi at síggja aftur skjótt. Teir eru Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag, sum er fluttur til Danmarkar, Jákup Baldvinson, sum hevur tikið nøkur sabbatár og síðani Jens Kjartan Feilberg, báðir úr Fuglafjarðar Billardfelag. Vónandi fara vit at síggja teir aftur í føroyskum billardspæli í framtíðini.

Hóast hesa staðfesting, so er kortini ein sólskinssøga at hóma, nú nýggjasta felagið í billardítróttini, Skálafjarðar Billardfelag, SBF, hevur spælt seg í ovastu deildina næsta kappingarár. Einki minni enn eitt bragd, tí felagið byrjaði í 3. deild, spældi seg síðani upp í 2.  deild og er loksins nú millum tey bestu liðini í landinum. Meira um hetta í komandi billardumrøðu her á Portalinum. 

Støðan í fyrstu deild er í løtuni hendan:

1  HABI1  49 stig  (8 dystir)
2  HABI2  43 stig  (8 dystir)
3  TVBF1  37 stig  (7 dystir)
4  KLBF1  37 stig  (9 dystir)
5  KLBF2  13 stig  (8 dystir)
6. BFF1    13 stig  (8 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder