Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi.
Havnar Telvingarfelag er nú eitt stig fremri enn Sandavágs Talvfelag fyri seinasta umfar, sum verður um tvær vikur. Tá hittast oddaliðini í einum finaludysti um FM-heitið.
Same procedure as every year!
Vit fáa aftur eina beinleiðis FM-finalu um føroyameistaraheitið í talvi fyri lið millum Havnina og Sandavág. Soleiðis hevur verið nú í nøkur ár, og soleiðis verður aftur í ár.
Havnar Telvingarfelag gjørdi ein ordans vørr í næstsíðsta umfari sunnudagin, og otaði seg eitt stig framum Sandavágs Talvfelag. Óvæntað eydnaðist havnarmonnum at vinna á øllum fýra borðunum móti besta liðnum hjá klaksvíkingum. Hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg - ávikavist nummar tvey og trý hjá Havnini - vóru tøkir í gjár, afturfyri var Eyðun Nolsøe komin afturíaftur hjá klaksvíkingum.
Á øllum borðum var telvað sisilianskt, og skarpur gjørdist hildarleikur. Luitjen og Sjúrður vunnu sannførandi á aftaru borðunum. Helgi telvaði væl á toppborðinum, men støðan var so mikið skørp, at Ólavur fekk eisini sínar møguleikar, men stórmeistarin royndist kringari, tá á stóð.
Á øðrum borði togaðust tveir fyrrverandi føroyameistarar. Eyðun Nolsøe (FM 1995) og Carl Eli Samuelsen (FM 2005). Eyðun kýtti seg at vinna endatalvið í hesum drúgvasta talvinum í dystinum, men til endans lumpaði Carl Eli mammubeiggjan og skákaði frúnna av honum. Beiskt og snópisligt hjá Eyðuni at lorka sær alt av hondum í einum og sama leiki eftir so nógvar tímar.
Vágamenn vunnu 3-1 á øðrum liði hjá klaksvíkingum. Dysturin var framskundaður, tí helvtin av vágamanningini spældi fótbóltsdyst í Betri-deildini sunnudagin. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur framvegis fult stigatal eftir níggju umfør, men Rógvi Egilstoft og Silas Eyðsteinsson máttu sættast við remis. Rani Baldursson telvaði væl á fyrsta borði hjá klaksvíkingum og stríddist heilhugaður fyri javnleikinum móti Rógva. Veteranurin Torkil Nielsen útinti sína skyld við sigri á fjórða borði.
Stigið, sum klaksvíkingar fingu móti vágamonnum, ber í sær, at teir eru tvey stig undan vestmenningum í sínamillum botnstríðnum undan seinasta umfari. Vestmanna og Havnin B telvaðu javnt í gjár.
1. deild - 9. umfar
Støðan í 1. deild
Hinar deildirnar
Í 2. deild stendur kappingin millum Kollafjørð og Klaksvík. Alt bendir tí á, at Kollafjørður flytur upp í fremstu deildina, um ikki vestmenningar fara at lofta sær í bestu deildini við einum rimmar dysti í síðsta umfari.
Úrslit 2. deild
Havnin - Kollafjørður 1-3
Sandavágur - Klaksvík 2½-1½
Rókur - Kollafjørður B 2½-1½
Støðan í 2. deild
Kollafjørður 25½
Klaksvík 24½
Sandavágur 20½
Havnin 17½
Rókur 10
Kollafjørður B 10
Úrslit 3. deild
Havnin - Kongshavn 1½-2½
Sandavágur - Vestmanna 2½-1½
Toftir - Kollafjørður 1½-2½
Støðan í 3. deild
Havnin 21½
Kongshavn (Runavík) 21
Toftir 20½
Kollafjørður 16
Sandavágur 16
Vestmanna 13
Úrslit 4. deild
Kongshavn - Klaksvík B 1-3
Rókur - Toftir 1-3
Klaksvík - Sandavágur 2-2
Havnin - Gøta 3-1
Støðan í 4. deild
Sandavágur 20½
Havnin 18
Gøta 18
Klaksvík B 16
Klaksvík 14½
Rókur 12
Kongshavn 10
Toftir 9½
Rókur B 9½
Endabresturin
Tíggjunda og seinasta umfar í landskappingini í talvi verður leygardagin 26. mars. Tá hittast øll liðini í øllum deildum í einum stórum felagsumfari í Havn.
Og tá fellur avgerðin um FM-heitið í innanhýsis finaludystinum millum oddaliðini bæði, Havnina og Sandavág. Tann, sum vinnur dystin, verður føroyameistari. Endar dysturin javnur, verður Havnin føroyameistari.
Seinasta umfar í 1. deild er hetta:
10. umfar, 1. deild (26. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B
Vestmanna - Klaksvík B
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald