Fótbóltur

HB - Víkingur í finaluni annað árið á rað

Føroyameistararnir vunnu fult uppiborið á NSÍ í hálvfinaluni í Klaksvík, og harvið livir vónin um greipuna.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-11-29 16:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB var greitt omaná størsta partin av fyrra hálvleiki í Klaksvík, og 2-0 í hálvleiki var í lagið samband leikgongdini. Tað var Daniel Johansen, sum við beinleiðis frísparki legði meistararnar á odda - bólturin snittaði ein NSÍ'ara í múrinum, og beint fyri hálvleik skoraði Adrian Justinussen hegnisliga.

Jens Berthel Askou hevði sett liðið upp í eina 3-5-2 leikskipan, tí somu sum NSÍ hevur nýtt alt ár, og hetta eydnaðist sera væl. Heri Hjalt Mohr var aftur á liðnum, og hann og Hørður Askham, sum var høgri miðverji, høvdu gott tamarhald á Peturi Knudsen. Klæmint Andrasson Olsen fekk tó skorað eitt sera hegnisligt mál í 65. minutti og fekk harvið spenning í aftur.

NSÍ sá betri út eftir stegðin, men HB helt fast, og tíggju minuttir fyri leiklok skoraði vinstri bakkurin sítt annað mál í dystinum - hesaferð við høgra beinið og eftir gott upplegg frá Mathiasi Nygaard.

Harvið er HB triðja árið á rað í steypafinaluni og kann vinna greipuna fyri fyrstu ferð síðani 2004. Víkingur bíðar á Tórsvølli um eina viku.


Hálvfinalur í kappingini um Løgmanssteypið


Sunnudagin 29/11 í Klaksvík
HB - NSÍ 3-1 (2-0)
8' Daniel Johansen 1-0
44' Adrian Rúnason Justinussen 2-0
65' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
81' Daniel Johansen 3-1

Leygardagin 28/11 í Runavík

Víkingur - B36 2-1 (1-1)
22' Alex Mellemgaard (br.) 0-1
25' Jákup Johansen 1-1
67' Ari Olsen 2-1

Reytt kort: Símun Rógvi Hansen (52')

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder