Mikukvøldið 26. apríl klokkan 19 spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum í hondbólti sín helst størsta dyst higartil. Vinna Føroyar, ið als ikki er ósannlíkt, so er atgongumerki til EM-endaspælið í januar ikki langt frá at vera tryggjað.
Tað vildi kanska verið heldur løgið, um HB og Víkingur samstundis stríddist um týðandi stig næstan beint við høvdina á Hálsi. Hondbólturin verður í hásæti hjá nógum fólki og hjá íhvussu er flestu miðlunum mikudagin, men orsakað av útsetinginum í mars vegna veður, varð eitt fult umfar í Betrideildini hjá monnum lagt inn til 26. apríl.
FSF fekk ymiskar avbjóðingar við kavanum í mars. Tað at tvey umfør vórðu flutt gjørdi eisini, at neyðugt var at finna nýggjar dagfestingar. Róin Schrøter staðfesti tá fyri Portalinum, at neyðugt var, at allir dystirnir skuldu avgreiðast áðrenn summarsteðgin. Tað eina umfarið varð spælt beint eftir páskir, meðan tað sum eitur 3. umar er á skránni mikudagin. Hetta var ásett fyri nøkrum vikum síðani.
Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum
Tað er ivasamt, hvussu nógv - um nakað - stóri hondbóltsdysturin hevur verið í huganum, tá dagfesting skuldi ásetast. Heimasíðan bolt.fo vísti mánadagin á, at kapping um áskoðarar helst fer at vera stórur. Hugsast kann, at HB hevur tikið hetta við - í gjár varð dagfestingin broytt.
- Landskappingardysturin í Betri Deildini hjá monnum ímóti Víkingi er framskundaður eitt samdøgur, og verður spældur í Gundadali flaggdagin, 25. apríl kl. 18.00. Hetta er útsetti dysturin frá 3. umfari, sum ikki bleiv spældur til ásetta tíð vegna kava.
Soleiðis skrivar HB á heimasíðu sínari. Í slíkum førum er tað vanliga so, at bæði liðini skulu finna semju um at skifta dagfesting. Júst HB og Víkingur hittast eisini í kappingini um Løgmanssteypið fríggjakvøldið, so tað gerst ikki so tætt ímillum dystirnar.
Í føroyskum høpi er tað ikki so ofta, at tað eru færri enn fýra samdøgur millum dystirnar. Øll hini liðini í Betrideildini - fyriuttan EB/Streymur - spæla steypadyst leygardagin. Harvið er tað ikki so høgligt hjá hinum liðunum at flyta til týsdagin. Um útsett hevði verið til hósdagin, so hevði man eisini komið heldur tætt uppá umfarið sunnudagin 30. apríl
Næsta umfar í Betrideildini:
3. umfar - umfar nummar seks | |||||
HB | – | Víkingur | |||
EB/Streymur | – | B36 | |||
AB | – | 07 Vestur | |||
TB | – | ÍF | |||
B68 | – | KÍ |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald