Triðja grannauppgerðin millum HB og B36 í ár gjørdist tann mest spennandi og javna, men eins og í hinum báðum fór HB avstað við trimum stigum. Talan er um ein sigur, ið kann gerast sera týdningarmikil fyri liðið hjá Jens Berthel Askou, ið nú hevur sjey stig niður til KÍ, átta til NSÍ, 14 til Víking og 15 til B36.
B36 legði annars væl út. Árni Frederiksberg legði eitt horna innfyri úr vinstru, Teitur Matras Gestsson kom skeivt út, bólturin datt niður til Eli Falkvard Nielsen, og so var 1-0. HB svaraði tó væl aftur. Eftir gott spæl eina løtu breyt HB ígjøgnum í høgru, Heri Hjalt Mohr legði væl innfyri, Símun Rógvi Hansen bjargaði royndini frá Pæturi Petersen, men Hilmar Leon Jakobsen var til reiðar til returbóltin. Áleyparin hevði bert verið á vøllinum í smáar tíggju minuttir - Mikkel Dahl noyddist út, eftir at hann hevði fingið eina takkling inn á fótin. HB manglaði skøddu Mikkel Frankoch, Delphin Tshiembe, René Shaki Joensen og so Samuel Johansen Chukwudi, sum er í sóttarhaldi. Hjá B36 vóru Rói Mørk Hentze, Andrias Eriksen, Magnus Holm Jacobsen og Brian Jacobsen úti við skaða.
Eli Falkvard Nielsen leggur her B36 á odda (Mynd: Sverri Egholm)
HB hevði bóltin meira men fór so líðandi eitt sindur niður í ferð, og B36 var heldur meira vandamikið restina av hálvleikinum, uttan at stórir møguleikar komu burturúr. Hannes Agnarsson var beinanvegin í dystinum komin ígjøgnum, men rak bóltin útav baklinjuni ístaðin fyri at spæla yvirum, og B36 royndi fleiri at fáa bóltin í dýbdina í høgru, men Pingel hótti eisini og var einaferð akkurat ov stuttur, tá hann varð sendur avstað. Stutt fyri hálvleik vildi danski áleyparin hava brotspark, tá hann fór umkoll í brotsteignum - ikki fyri seinastu ferð í dystinum.
Myndir: Sverri Egholm
HB legði hart út fyri steðgin, men málið kom á óvanligan hátt. B36 royndi at spæla seg ígjøgnum, ein alvering fór út til málspark, og so gjørdi Teitur Gestsson skjótt av. Hann smekkaði bóltin 70 metrar fram á vøllin. Pætur Petersen fekk tikið bóltin við sær, og skálvíkingurin helt Erlingi Dávidssyni burtur, samstundis sum hann fekk prikað bóltin fram við sandinginum í B36-málinum.
Sí avgerandi málið á Tórsvølli
Pætur: Endiliga riggaði tað
Nú skuldi B36 av álvara jagstrað. Teir hjá árstalsfelagnum visti, at einki annað enn ein sigur veruliga kundi brúkast. B36 fekk trýst HB heilt væl í løtum, men kom ikki heilt til greiðar málmøguleikan. Tann besta støðan var, tá Michal Pryzbylski ikki fekk høvdið á eitt gott innlegg, men har bólturin síðani datt til Stefan Radosavljevic, ið var knappur, men sum ikki fekk hildið bóltinum niðri.
Mynd: Sverri Egholm
HB fór yvir til tríggjar í miðverjuni, og innskifti Hørður Askham hevði gott tamarhald á innskifta Ragnar Samuelsen, ið royndi at søkja inn í brotsteign og økið rundanum fleiri ferðir. HB fekk nú eisini meira tamarhald á bóltinum til tíðir, hóast B36 helt fram at stressa, og støður vóru, ið kundi leitt til 3-1 málið. Tað endaði tó 2-1, men í seinasta álopinum kom veruligt róp í. Árni sendi eitt fríspark av egnari hálvu heilt inn í brotsteign, og innskifti Øssur Dalbúð tyktist at við armininum koyra Pingell umkoll í HB-brotsteignum, men Kári á Høvdanum lat ikki við seg koma. Michal segði í samrøðu við Portalin eftir dystin, at hann metti at brotsspark var í støðuni, og B36-viðhaldsfólk og onnur hava á sosialu miðlunum funnist at dømingini - ella væntandi dømingini - í støðuni.
Myndir: Sverri Egholm
Michal: Nú er FM farið
HB hevur nú megna at fingið níggju stig útav níggju møguligum móti B36, og hetta er sera søtt hjá teimum í reyð-svøru leguni. Í sunnara húsinum er vónbrot. B36 skal stríðast fyri Evropa-plásssinum - tað kann koma til høldar við at enda nummar tvey, møguliga við einum 3. plássi og annars við at vinna steypakappingina.
Betrideildin 22. umfar
Tórsvøllur 28.09
B36 - HB 1-2 (1-1)
13' Eli Falkvard Nielsen 1-0
20' Hilmar Leon Jakobsen 1-1
51' Pætur Petersen (Teitur Matras Gestsson) 1-2
B36: Símun Rógvi Hansen - Benjamin Heinesen, Sonni Ragnar Nattestad, Erilng Dávidsson, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen (82' Andrass Johansen), Stefan Radovaljevic - Hannes Agnarsson (75' Ragnar Samuelsen), Michal Przybylski, Árni Frederiksberg (L) - Sebastian Pingel
Venjari: Jákup á Borg
Gul kort: Árni, Erling, Sonni Ragnar og Jákup
HB: Teitur Matras Gestsson (L) - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Tróndur Jensen, Dan í Soylu - Pætur Petersen (72' Hørður Askham) Mikkel Dahl (11' Hilmar Leon Jakobsen), Adrian Rúnason Justinussen (90' Øssur Dalbúð)
Venjari: Jens Berthel Askou
Gul kort: Daniel, Heðin og Berthel
Støðan
1. HB 55 stig (21 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir)
3. NSÍ 47 stig (21 dystir)
4. Víkingur 41 stig (20 dystir)
5. B36 40 stig (19 dystir)
6. ÍF 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 20 stig (22 dystir)
8. TB 14 stig (22 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 3 stig (21 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald