Fótbóltur

HB fær spælarar úr B68 og KÍ

Miðverjin Áki Johannesen og miðvallarin Dan í Soylu hava gjørt avtalu við steypavinnararnar, upplýsa fleiri keldur hjá Portalinum. Dan vendir harvið aftur - Áki skiftir á fyrsta sinni úr barndómsfelagnum B68.

Dan í Soylu í greipuárinum 2020 har hann stóð sterkur í myndini hjá HB. Í ár hevur 28-ára gamli miðvallarin spælt fyri KÍ, men har hevur hann ongantíð bitið seg heilt fastan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dan í Soylu í greipuárinum 2020 har hann stóð sterkur í myndini hjá HB. Í ár hevur 28-ára gamli miðvallarin spælt fyri KÍ, men har hevur hann ongantíð bitið seg heilt fastan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-17 14:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri stuttum kunngjørdi HB Emil Grønn Petersen  sum sín fyrsta nýggja spælara til 2025.

Nú er endaliga greitt, hvørjir tveir teir næstu í røðini eftir danska áleyparin eru. Talan er um tveir føroyingar, sum skifta úr ávikavist B68 og KÍ.

Báðar søgurnar hava verið nakað frammi í miðlum. Fríggjakvøldið skrivaði bolt.fo, at Áki Johannsen var á veg til HB. Portalurin hevur fingið váttað frá fleiri keldum, at hetta er uppá pláss, og at tað verður kunngjørt heilt skjótt.

22-ára gamli miðverjin, sum eisini kann spæla á verjukenda miðvøllinum, hevur bert umboðað barndómsfelagið. Áki hevur yvir 100 dystir fyri besta liðið hjá B68, har høgi ungi maðurin hevur verið lyklaspælari seinastu árini: 90 teirra í Betrideildini og í steypakappingini. Áki Johannesen varð dagsins spælari hjá B68 í steypafinaluni í 2023, har B68 helt málið reint. Hann var við at fáa B68 upp í 2020 og síðani halda liðnum har. Áki hevur 9 U21-landsdystir á baki.

[object Object]
Áki Johannesen í steypafinaluni móti HB í fjør, har hann stóð heilt sterkur í myndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dan í Soylu skifti úr HB til KÍ seinasta vetur, men nú fer sandingurin hinvegin aftur. Hetta hevur graml eisini verið um seinastu tíðina. Miðvallarin hevði annars sáttmála við KÍ fyri 2025, men har er sum skilst semja funnin um, at Dan sleppur burturúr honum.

Dan spældi onkrar dystir fyri HB sum heilt ungur, og sandingurin kom aftur til felagið í 2018 eftir eitt gott ár í EB/Streymi. Tekniskt gávaði miðvallarin var í felagnum í seks kappingarár og vann tvey FM og trý steypagull. Serliga í 2020 var Dan í Soylu lyklaspælari - nú verður 28-ára gamli miðvallarin aftur í reyðum og svørtum eftir eitt miseydnað ár i Klaksvík.

Tøl: FaroeSoccer 

Dagført: 15.08

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder