HB kunngerð í kvøld, at felagið hevur skrivað sáttmála við 22-ára gamla norðmannin Andreas Breimyr. Hann kom til royndarvenjing hjá føroyameistaranum í februar, og nú hevur HB knýtt leikaran við fortíð í enskum fótbólt til sín stutt undan kappingarbyrjan.
Tað er óvist hvussu leingi Tróndur Jensen er úti. Dugnaligi miðvallarin hevði eitt frálíkt kappingarár í fjør, en gjørdist álvarsliga skaddur ímóti endanum av árinum. Breimyr spældi við HB í VFF Cup finaluni, men ikki í stórsteypadystinum, har Brynjar Hlöðversson og Hørður Askham mannaðu sentrala miðvøllin.
HB byrjar sítt kappingarár sunnudagin við dysti í Klaksvík móti arvafíggindanum. Felagið skrivar í kvøld soleiðis um nýggja leikaran á heimsíðu sínari:
Fótbóltur
HB fær styrk til miðvøllin
Talan er um norðmann, ið fyrr hevur leikt við Crystal Palace, og sum seinastu tíðina hevur royndarvant við føroyameistaranum.
Andreas Breimyr saman við Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: hb.fo)
2019-03-06 21:24
Andreas Breimyr er uppvoksin í London, har hann sum barn spældi við feløgum sum Fulham, Reading og Aldershot.
Sum vaksin hevur hann fyri tað mesta spælt í Noregi, við Bryne, Viking og Hødd, men var eitt skifti knýttur at hópinum hjá Crystal Palace. Hann fekk tó ongar Premier Leauge-minuttir, men spældi ein venjingardyst við besta liðnum.
Hann verður lýstur sum ein tekniskt sterkur, kreativur miðvallarleikari, sum trívist best mitt á vøllinum.
Vit ynskja honum vælkomnum til felagið og gleða okkum at síggja hann í reyðsvarta búnanum á vøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald