
HB var kroyst í stórum løtum fyri steðgin í kvøld, og tað var uppiborið, at Brøndby var á odda eftir 1. hálvleik.
Sho Fukada prikaði bóltin í málið eftir harðan bólt inn fyri málið frá Clement Bischoff, har HB-spælararnir júst ikki megnaðu at koma fyri. 1-0 á kvøldinum og 2-1 samanlagt.
Hetta varð einsamalla málið á Brøndby Stadion, har mongu heimáskoðarnir ikki kunnu vera serliga nøgdir við 2. hálvleik: Heimaliðið fekk ikki stongt hurðina fyri HB, sum treiskaðist og satsaði meira og meira sum fráleið.
HB skapti støðurnar og helt spenninginum
Liðið hjá André Olsen skapti nakrar støður, sum frá leið: Sammy Skytte hevði ein stútara, Emil Grønn Petersen var tvær ferðir við nær við, og Patrick Pentz var noyddur at veruliga fara til arbeiðis í málinum.
Brøndby hevði 2-3 ógvuliga góðar støður til at økja við, sum HB hugsavnaði seg meira um at trýsta, men Bjarti Vitalis Mørk var tryggur.
HB stakk heilt til tað seinasta: Innskifti Mathias Voss hótti í høgru, og í 94. minutti kom ein bóltur inn í Brøndby-brotsteigin. Hetta var gylti møguleikin, men Emil Grønn rakti ikki bóltin nóg, og júst sum Klavs Kramens, sum var tveittur fram, síðani skuldi smekka til, kom eitt Brøndby-bein fyri.
Dómarin bríkslaði av, og tað sá út til at vera ein lætti á teimum hjá danska stórfelagnum: Teir høvdu væntað at vunnið greitt samanlagt, men HB vildi tað øðrvísi.
Viljormur Davidsen sat uttanfyri við skaða í kvøld, og Ári Mohr Jónsson noyddist longu út eftir tólv minuttir við tí, sum líktiskt vøddaskaða. Hinir himpraðust tó ikki og vístu góðan hugburð.
Fyrsta tapið hjá André Olsen og toymi og HB úti av Evropa, men tað er sanniliga við høgari pannu og stoltleika. HB bjóðaði Brøndby av yvir tveir dystir og til tað seiansta; tað høvdu kanska ikki so nógv sá áðrenn - serliga í Danmark. Flott føroyskt avrik í Evropa
UEFA Europa Conference League
Í kvøld, hósdagin 31. juli
Brøndby - HB 1-0 (1-0) - Samanlagt 2-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald