Fótbóltur

HB fekk hol á seinastu løtuna

B68 stríddist ímóti - í hálvan tíma við tíggju monnum - men HB ger sítt fyri at hanga í KÍ.

Sjálvmál (0-1) og Mikkel Dahl (0-2) á Toftum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sjálvmál (0-1) og Mikkel Dahl (0-2) á Toftum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-04 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 12. umfari varð bríkslaður av stutt fyri klokkan 18 á Svangaskarði. Har eydnaðist HB at vinna sær trý stig, men tað var eftir tógvið stríð.

B68-liðið stríddist sum heild væl og royndi eisini at hótta hinvegin. HB var millum annað uttan Adrian Justinussen og tyktist at sakna hann - Benjamin Schubert í B68-málinum stóð eisini ein góðan dyst.

Fyritreytirnar hjá heimaliðnum versnaðu, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Ein at síggja til púra ódramatisk støða beint við síðulinjuna, har fjórði dómarin stóð, endaði við, at Boubacar Dabo valdi at sláa Viljorm Davidsen í andlitið. Fyrst gav Eiler Rasmussen gult kort, men eftir prát við fjórða dómarin og hjálpardómaran varð hetta, púra rætt, broytt.

[object Object]
Eftir býtta reyða kortið í dag verður B68 Dabo fyriuttan í, í øllum førinum til lykladystin móti B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB hevði ikki eina rúgvu av upplagdum málmøguleikum eftir hetta, tó at okkurt kundi givið mál. Tað var ikki fyrrenn í 75. minutti og eftir hornaspark og sjálvmál, at hol kom. Síðani spældi útiliðið meira frítt, og tíggju minuttir fyri leiklok breyt Ári Mohr Jónsson ígjøgnum í vinstru og fann væl Mikkel Dahl, sum so ofta fyrr stóð á rætta staðnum.

0-2, trý stig til Jákup Martin Joensen og hansara menn sum aftur fóru frammum B68, og sum nú aftur hava níggju stig upp til oddaliðið KÍ. Næsta uppgáva hjá HB er grannauppgerð móti B36 leygarkvøldið. Jákup á Borg og B68 skulu til Eiðis at spæla lykladyst í niðurflytingarstríðnum.

Les eisini: Av álvara eldur í niðurflytingarstríðnum

Betrideildin menn 12. umfar

Í dag, sunnudagin 04.06

B68 - HB 0-2 (0-0)
75' Sjálvmál 0-1
81' Mikkel Dahl (Ári Mohr Jónsson) 0-2

B36 - Víkingur 2-1 (1-1)
24' Geza David Turi (Poul Kallsberg) 0-1
33' Valerijs Sabala (Michal Przybylski) 1-1
75' Valerijs Sabala (Hannes Agnarsson) 2-1

Les eisini: Sabala tryggjaði B36-sigurin

EB/Streymur - TB 0-1 (0-0)
79' Samudeen Musah (John Villi Wøldike) 0-1

ÍF - 07 Vestur 1-2 (0-1)
9' Uros Stojanov (Rasmus Knudsen) 0-1
49' Jasper van der Heyden 0-2
89' Dánjal á Lakjuni (Elvio Gelmini) 1-2

Les eisini: Av álvara eldur í niðurflytingarstríðnum

Í gjár, leygardagin 03.06
KÍ - AB 2-1 (1-0)
22' Claes Phillip Kronberg (Árni Frederiksberg) 1-0
66' Árni Frederiksberg br. (Sivert Gussiås) 2-0
86' Viktor Helgi Benediktsson 2-1

Les eisini: Gjørdist spennandi í stevnudystinum


Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. HB 32 stig (13 dystir)
3. B36 30 stig (13 dystir)
4. Víkingur 21 stig (13 dystir)
5. 07 Vestur 16 stig (12 dystir)
6. B68 11 stig (12 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (12 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (12 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

Næsta umfar sæst niðanfyri. Topp-fýra feløgini hava spælt sínar dystir í 16. umfar vegna Evropa-luttøku í juli, og hava harvið spælt ein dyst fleiri enn hini

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder