Í 2018 tryggjaði HB sær sítt 23. FM-heiti við sigri í Klaksvík. Í dag verður steypið handað HB í Klaksvík, har føroyameistararnir vitja í seinasta umfari í Betrideildini.
Áðrenn FM-veistlan hjá HB kann halda fram, skulu teir í reyðum og svørtum royna at seta punktum fyri eitt frálíkt ár við at fáa trý stig og koma uppum 70 stig, eins og teir gjørdi fyri tveimum árum síðani. Tá setti liðið met við 73 stigum - nú kann liðið hjá Jens Berthel Askou koma uppá 71 stig. HB skal eisini royna at basa KÍ fyri fyrstu ferð í ár. Føroyameistararnir hava fult stigatal móti sjey av hinum níggju liðunum. Móti NSÍ hevur talan verið um ein sigur, ein javnleik og eitt tap, og móti føroyameistarunum í fjør er tað endað við einum javnleiki (í Gundadali) og einum KÍ-sigri.
FM kom í hús hjá HB sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)
Tá KÍ vann við Djúpumýru 12- september varð FM-stríðið víðopið. Átta dagar seinni fekk KÍ tó bert javnleik í Trongisvági, og tað er ikki eydnast KÍ at vunnið seg inn á HB. Nú er tað 2. plássið, sum er tað mest umráðandi fyri liðið hjá Mikkjali Thomassen. Um KÍ skal tryggja sær eitt evropeiskt pláss, so er tað neyðugt. Tað kann vera nóg mikið við javnleiki - um B36 ikki vinnur stórt á NSÍ - og um NSÍ og B36 spæla javnt á Tórsvølli, so endar KÍ nummr tvey, hóast HB vinnur.
Vit dagføra beinleiðis frá dystinum millum arvafíggindarnar og hava myndafrásøgn frá steypahandanini o.ø í Klaksvík.
Betrideildin 27. umfar
27. umfar - 07.11
KÍ - HB
B36 - NSÍ
Víkingur - ÍF
AB - EB/Streymur
TB - Skála
Allir dystirnir byrja klokkan 14
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. HB (68 stig)
2. KÍ (61 stig)
3. NSÍ (60 stig)
4. B36 (59 stig)
5. Víkingur (44 stig)
6. ÍF (26 stig)
7. EB/Streymur (24 stig)
8. TB (15 stig)
9. Skála (7 stig)
10. AB (7 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald