Fyri tveimum mánaðum síðani tapti HB 4-0 í Norðragøtu í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, og harvið skal Víkingur spæla steypafinalu næsta vikuskifti. Men hetta er eisini einasta tapið hjá HB móti føroyskum liði í níggju slíkum dystum, síðani Lukasz Cieslewicz tók við sum høvuðsvenjari miðskeiðis í juni.
Søgur ganga um, hvør skal vera høvuðsvenjari hjá HB næsta ár - alt meðan "pólski føroyingurin" byggir eina sak fyri, at hann møguliga kann verða fasti maðurin. HB er formsterkasta liðið í Meistaradeildini í løtuni og gjørdi í kvøld nakað, sum eingin annar hevur gjørt í 2026: Vann sum útilið í Sarpugerði.
Tað var málleyst í steðginum, men ikki tí: Inntensiteturin var av álvara har, og møguleikar vóru báðar vegir. Víkingur hevði fleiri støður í viðvindinum.
Heimaliið legði seg á odda í 57. minutti. Aron Benjaminsen legði væl innfyri, tá Víkingur fekk fríspark í vinstru, og fekk enn eitt málstig at fara til Skotlands við. Tað var Jørgen Nielsen, sum stýrdi bóltinum í netið.
Hoyr eisini: Aron Benjaminsen: Eg fari til Skotlands mánadagin
21. umfar í Meistaradeildini - umframt "uppflytingardystur í 1. deild"
Fríggjadagin 28. august
Vikingur - HB 1-3 (0-0)
57' Jørgen Nielsen 1-0
64' Heini Fossdalsá Sørensen 1-1
73' Ári Mohr Jónsson/Dan í Soylu 1-2
90 (+3)' Ebiye Moses 1-3
Hoyr eisini: Ósa og Gregersen: Føroysku liðini kundi fingið betri fyritreytir í Evropa - nógvir spennandi spælarar vísa seg fram
Leygardagin 29. august
12.00: B71 - B36 II
Les eisini: Eftir 15-ára bíðitíð: B71 kann flyta upp leygardagin
Sunnudagin 30. august
15.00: B36 - B68
15.00: NSÍ - AB (FM1)
17.15: Skála - 07 Vestur (FM1)
Eftir dystirnar taka Trygvi Absalonsen og onnur samanum umfari í sendingini 3. Hálvleikur, sum byrjar klokkan 19.30
Mánadagin 31. august
18.30: KÍ - EB/Streymur (FM1)
Stigatalvan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald