Fótbóltur

HB framvegis uttan liðformannin frá byrjan

Soleiðis stilla liðini upp frá byrjan í finaluni um Løgmanssteypið.

Jógvan Rói Davidsen er enn einaferð á bonkinum frá byrjan - Lava byrjar fyri Víkingu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan Rói Davidsen er enn einaferð á bonkinum frá byrjan - Lava byrjar fyri Víkingu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-21 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 20.00 er fyrsta bríksl í ársins steypafinalu hjá monnum. HB og Víkingur bresta saman, eins og tey gjørdu í 2014. Tá vann Vìkingur 1-0, og tað var partur av einum fýra-ára skeiðið hjá liðnum í Eysturkommunu, har Løgmanssteypið kom í hús á hvørjum ári. 

Mest vinnandi felagið móti steypaliðnum

KÍ stegðaði hesari røðini í 2016. Nú er Vìkingur aftur, og HB er annað árið á rað í finaluni. Í fjør blakaði HB eina leiðslu vekk við móti grannunum, ið spældu við níggu monnum, og B36 vann eftir brotssparkskapping. Í kvøld skal HB royna at vinna Løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síðani 2004.

Greitt er nú, hvussu liðini stilla upp. Hjá HB er liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen ikki við frá byrjan, hóast bæði Hørður Askham og Tróndur Jensen eru vekk orsakað av krossbandsskaða. Ari Mohr Olsen er valdur frammum Pingel, Binni verður allarhelst í miðverjuni, og Daniel Johansen fær møguleikan á sentrala miðvøllinum.

HB (4-4-2/4-4-1-1): Teitur Matras Gestsson - Bartal Wardum, Brynjar Hlöðversson, Lasse Thillitz Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnason Justinussen, Dan í Soylu, Daniel Johansen, Símun Samuelsen - René Shaki Joensen, Ari Mohr Olsen

Merkisvert er, at HB hevur bert seks leikarar á bonkinum: 
Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel, Pætur J. Petersen, Andreas Breimyr, Símun Sólheim

Tað er heldur óvæntað, at Filip Djordjevic ikki byrjar inni fyri Vìking, og sama støða er við fasta høgra bakkinum, Elias Lervig. Bogi Reinert Petersen er við millum teir fyrstu ellivu, og tað er 20-ára gamli Arnbjørn Svensson eisini. Hetta merkir helst, at Gunnar Vatnhamar spælir á høgra bakki.

Víkingur (4-2-3-1/4-5-1): Elias Rasmussen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Bogi Reinert Petersen, Arnbjørn Svensson - Adeshina Lawal

Á bonkinum: Bárður á Reynatrøð, Elias J. Lervig, Filip Djordjevic, Jákup Vatnhamar Olsen, Dion Splidt, Noah Mneney, Bergur Gregersen

Kringvarpið vísir dystin í sjónvrpinum og stroymir hann á heimasíðu sínari. Til ber at fylgha gongdini á forsíðu okkara. Eftir dystin hava vit myndir og taka samanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder