2022-02-15 08:45
Havnar Bóltfelag boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt avtalu við danskan fótbóltsspælara at spæla í miðverjuni.
Talan er um 22 ára gamla Gustav Kjeldsen, sum kemur frá felagnum Skive IK, sum spælir í triðbestu deildini í Danmark.
Skive hevur í eina tíð verið til royndarvenjing hjá HB, og nú er sáttmáli gjørdur. Heimasíðan bolt.dk veit at siga, at Gustav Kjeldsen hevur spælt 70 dystir á bestu liðunum hjá Skive IK og undan tí hjá Nykøbing FC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald